Várdagarnir, sum hava verið Nes kommunu, endaðu í gjárkvøldíð við stórum sangtiltaki í tjaldinum á havnarlagnum, har Blái Krossur stóð sum fyriskipari.
Í dag er tað so bátafestivalur, sum í ár hevur 20 ár á baki, og her verður nógv á skránni. Tiltakið endar við stórum dansitiltaki í nátt við Halluri Joensen Band.
Nú klokkan 11 í morgun møtast bátarnir, sum verða við í siglingini úr Skálafirði út á Toftir, inni í Skálafirði, og klokkan 11.30 verður farið at sigla móti Toftum.
Klokkan 12.30 byrjar Nes sóknar Hornorkestur at spæla við bátahylin í Oyrunum, og klokkan 13 sigla bátarnir inn í havnina og leggja til bryggju.
Tað verður Høgni Waag Høgnesen, sum fer at halda vælkomstøðu í tjaldinum, og hetta verður klokkan 13.30.
Vit fara í øðrum greinum at venda aftur til bátafestivalin, sum verður á Toftum í allan dag.
##med2##