Trýst á myndina fyri at síggja fleiri myndir frá 1. maidagshaldinum í Vágsbotni í Havn í dag

»Vit bíða til foreldini doyggja so vit fáa teirra bústað«

–  Ímeðan politikarar við sveittabroti oysa profitt niður í úrvaldar vinnulívsmenn, samstundis sum teir gráta um pengatrot og manglandi fíggjarligt haldføri, ja, so standa vit ungu, sum Jóanes Nielsen segði í fjør, og bíða eftir, at foreldur okkara doyggja, so vit kunnu fáa teirra bústað

Trýst á myndina fyri at síggja fleiri myndir frá 1. maidagshaldinum í Vágsbotni í Havn í dag

Soleiðis segði Bjørg Brynhildardóttir Egholm millum annað í røðu síni á 1. maidagshaldinum í Vágsbotni í dag:

 

 

 

Góðu fundarfólk!

 

 

 

Vit eru samlaði her í dag fyri at hátíðarhalda og vísa samhaldsfesti millum arbeiðarar, og fyri at minna á tey rættindi, sum ikki komu av sær sjálvum.

 

Sjálv eri eg 19 ára gomul og bíði eftir, at eg endiliga fái húgvuna í summar. Tað er ein spennandi tíð, har allar pisurnar fara á flog og skulu royna seg á arbeiðsmarknaðinum. Men eg veit eisini, at vil eg liva eitt virðiligt lív í hesum samfelagnum, so má eg annaðhvørt gerast rík - ella vera heilt óluksáliga heppin.

 

Demografiska gongdin í landinum vísir, at tað verða fleiri eldri og færri arbeiðsfør. Útreiðslurnar til eldrarøkt og pensjónir vaksa, og samstundis minkar talið av fólki á arbeiðsmarknaðinum lutfalsiga. Tað merkir stór undirskot í almenna húsarhaldinum og størri trýst á okkum, sum koma út í arbeiðslívið.

 

Tað er trupult at kenna seg spenta upp á at koma út á arbeiðsmarknaðin, tá búskapurin stendur og vaggar, vælferðarsamfelagið tykist viknað, og tey arbeiðini, sum samfelagið í veruleikanum livir av, fáa lægstu lønirnar - samstundis sum inflatiónin heldur á fram at eta inntøkurnar hjá vanligum familjum upp.

 

Eg fór at hugsa um orðingina “tann vanliga familjan”. Eg ynski mær sjálvandi eina “vanliga familju” í framtíðini, men tað tykist so ómøguligt at yvirhøvur ímynda sær eina framtíð við vanligum familjuviðurskiftum her í Føroyum.

 

Tann vanliga familjan er í dag  ein familja, sum eigur eini deilig sethús, eini enn og deiligari summarhús, hevur ráð at ferðast hvørt summar og enn hava yvirskot á kontoini.

 

Men hetta er eitt lív, sum fyri okkum ungu tykist óveruligt og órættvíst at seta sum standard. Vit standa til at verða send av landinum, tí ongar lestrar- ella ungdómsíbúðir eru tøkar, kostnaðurin fyri eini sethús er so høgur, at tað er ringt at yvirhøvur seta tað sum mál í framtíðini. Kanksa tit eitt sindur eldri ikki skilja tað heilt, men royni at ímynda tykkum at skula byrja á nýggjum, um tit mistu alt og skuldu finna ein nýggjan veg inn á núverandi bústaðarmarknað.

 

##med2##

 

Eg ynski mær eitt samfelag, har tú ikki nýtist at vera fødd við eini silvurskeið í munninum fyri at hava ein tryggan bústað og hampuliga inntøku. Tí vit ungu eru góð við hetta landið. Vit vilja gjarna vera verandi og skapa okkum eitt lív her og geva okkara íkast til samfelagið. Men tað krevur, at her er pláss fyri okkum – ikki bara á arbeiðsmarknaðinum, men eisini á bústaðarmarknaðinum og í samfelagnum sum heild.

 

Persónliga havi eg ongan áhuga í einum lívi, har eg arbeiði 40 tímar um vikuna, men kortini má flyta heim aftur til mammu og babba, tí eg ikki klári at gjalda leigu. Eg havi ikki hug at vera partur av einum samfelag, har tú mást arbeiða í fleiri ár, áðrenn tú yvirhøvur hevur ráð til at fáa børn.

 

Vit ungu vita, at framtíðin er óviss – men vit ætla ikki bara at góðtaka, hvussu alt er. Vit vilja vera við til at skapa nakað betri. Og tað klára vit ikki einsamøll. Vit mugu gera tað saman við tykkum, sum longu eru á arbeiðsmarknaðinum. Tað krevur samstarv – ikki bara millum starvsøki, men millum ættarlið.

 

Tí tað er rætt, at vit eiga at lurta eftir tykkum. Eftir tykkara royndum, tykkara søgum og tí stríði, sum tit hava staðið í. Men tað er eisini rætt, at tit mugu lurta eftir okkum. Tá vit siga frá, er tað ikki av illvilja, men tí at umstøðurnar í dag ofta halda okkum uttanfyri.

 

Vit hoyra, tá tit siga, at vit mugu verða verandi ella koma aftur til Føroya. Men hoyrið eisini okkum, tá vit siga, at tað ber ikki til, um vit ikki hava ráð at búgva her, liva her og skapa eina framtíð her.

 

Tá vit siga, at tað ikki ber til at liva eitt vanligt lív í Føroyum sum ungur, so merkja vit eisini, at tað er onkur, sum hevur valt at gera tað so. Tað er onkur, sum hevur valt at brúka milliardir upp á tunnlar og stórar íløgur – samstundis sum lestraríbúðir, dagstovnar og almenna bústaðarbyggingin verður løgd til viks. Tað er onkur, sum hevur valt at lætta um hjá teimum, sum longu eiga nógv – ístaðin fyri at bøta um hjá teimum, sum bara ynskja sær ein møguleika at byrja vaksnamannalívið ordiligt.

 

Vit síggja eina politiska skipan, sum mangan tykist meira upptikið av at vinna atkvøður, heldur enn at tryggja, at ung kunnu byrja lívið við virðiligum treytum. Hví hava vit ráð til fleiri 1000 metrar av betongi undir sjónum, men ikki til bústað til okkum ungu? Hví fáa nøkur fá útvald vinnulívsfólk 100 tals milliónir - í nøkrum førum milliarnir í profitti burtuúr almennum tilfeingi, meðan verkafólk, lesandi og arbeiðandi ung stríðast við at fáa endarnar at røkka saman?

 

Ímeðan politikarar við sveittabroti oysa profitt niður í úrvaldar vinnulívsmenn, samstundis sum teir gráta um pengatrot og manglandi fíggjarligt haldføri, ja, so standa vit ungu, sum Jóanes Nielsen segði í fjør, og bíða eftir, at foreldur okkara doyggja, so vit kunnu fáa teirra bústað. Ímeðan politikarar krevja, at pensionistar vegna pengatrot skulu arbeiða meira, so útflyta Føroyar næstan helvtina av unga ættarliðinum árliga, harav bara helvtin kemur aftur.

 

Onkuntíð kennist tað, sum um, at vit í Føroyum bara duga at tosa um pengar, so lat meg siga nøkur orð um pengar og okkum ungu: Høvdu politikararnir dugað at steðgað ógvusligu bløðingini av ungum av landinum, so høvdu NÓGVAR góðar ungar hendur verið til arbeiðis á arbeiðsmarknaðinum, og tað hevði merkt, at landskassi og kommunukassi høvdu fingið eina rúgvu av skattainntøkum frá okkum arbeiðandi ungu. Tit mugu skilja, at vit ungu eru ein stór íløga fyri landið. Og tit hava jú øll frammanundan brúkt eina rúgvu av pengum uppá okkum, meðan vit vóru børn og skúlanæmingar - tað er vitleyst at eksportera hesa rávøruna til Danmarkar at gera sær dælt av.

 

Eg tosi ikki um nakra ómøguliga broyting– hetta er spurningur um politiska viljan. Og tá tú ert ung og hevur lívið framman fyri tær, so kennist tað sum ein spottandi móttøka at verða biðin um at koma heim, meðan dyrnar eru læstar.

 

So latið okkum ikki enda hesa røðuna við at klappa og siga “gott at tit ungu gera vart við trupulleikarnar”, tí hetta er ikki bara ein røða, hetta er ein kargur veruleiki, sum mong ung liva í - og ein veruleiki, sum bæði kann og má broytast.

 

Tað er lætt at siga, at ungu røddirnar eru týdningarmiklar, men tað merkir einki, so leingi man ikki ger tær galdandi. Vit ungu krevja ikki nakað luksus, vit krevja bara ein rættvísan kjans. Og vit vilja fegin vera ein partur av loysnini. Men tá vit rópa, so má onkur svara. Tá vit banka uppá dyrnar, so má onkur lova okkum inn.

 

Tit kunnu ikki bara bíða til, at vit sjálvi broyta alt til tað betra, tá vit taka yvir. Tit mugu lurta nú og handla nú. Og vónin, ja, hon livir so leingi, vit ikki geva okkum, og vit ungu ætla okkum ikki at gevast.

 

 

 

Takk fyri.

 

Trýst á myndina fyri at síggja fleiri myndir frá 1. maidagshaldinum í Vágsbotni í Havn í dag