Í dag eru 50 ár síðani Ægir varð stovnað

Svimjifelagið í Klaksvík varð stovnað 12. januar í 1975

Í dag, sunnudagin 12. januar 2025, eru tað 50 ár síðani, at klaksvíkingar stovnaðu svimjifelag. Tað varð stovnað ein stóran mánað eftir, at svimjihøllin í Klaksvík læt upp fyri fyrstu ferð í desember 1974.

 

Ægir er millum stóru svimjifeløgini í landinum, og serliga fyrstu árini var áhugin fyri at vera við í felagnum rættiliga stórur, og felagið vann nógv FM og heiðursmerki.

 

Á stovnandi aðalfundinum sunnudagin 12. januar 1974 vóru 150 fólk, visti Norðlýsið at siga fríggjadagin 17. januar 1974. Tá var reglugerðin fyri felagið samtykt, sum ein fyrireikingarnevnd hevði arbeitt við í ein mánað, og tá varð samtykt, at navnið á felagnum skuldi vera Ægir, sum var norrøni havgudurin.

 

Í fyrstu nevndini vóru vald Jóannes Klein, Anna á Hædd Stampe, Jógvan Ellingsgaard, Magnus Mikkelsen og Poul Nolsøe, sum var fyrsti formaður felagsins.