Málningin aftan fyri Óla hevur Livar Nysted málað av teimum trimum ferðamannaskipunum, sum Óli Hammer hevur havt ábyrgdina av og sum hava ført ferðafólk millum Føroyar og umheimin seinastu næstan hálvu øldina. Óli Hammer var við eftir Smyrli, sum fór í uttanlandssigling í 1975 – og síðani hava hesi trý skipini røkt sambandið. Í dag fyllir Óli Hammer 80 ár. Mynd: Jens Kristian Vang

Í dag fyllir Óli Hammer 80 ár

Hann er kendur sum pionerurin í føroyskari ferðavinnu – fyrst og fremst innan uttanlandssigling

Málningin aftan fyri Óla hevur Livar Nysted málað av teimum trimum ferðamannaskipunum, sum Óli Hammer hevur havt ábyrgdina av og sum hava ført ferðafólk millum Føroyar og umheimin seinastu næstan hálvu øldina. Óli Hammer var við eftir Smyrli, sum fór í uttanlandssigling í 1975 – og síðani hava hesi trý skipini røkt sambandið. Í dag fyllir Óli Hammer 80 ár. Mynd: Jens Kristian Vang

Hann var skipari á Smyril frá byrjan í 1975, tá Smyril fór í millumlandasigling millum Føroyar, Noreg, Skotland og Ísland og frá 1981 eisini til Danmarkar.

Óli Hammer var stovnari og fyrst stjóri í Smyril Line, sum varð stovnað í 1982 og sum keypti Norrønu, sum yvritók siglingina hjá Smyrli í 1983. Í 2003 kom nýggja Norrøna, sum hevur røkt ferðafólkasiglingina millum Føroyar og umheimin seinastu 21 árini.

Óli Hammer er føddur í Oyndarfirði 4. juli í 1944, har familjan búði fyrstu fimm ár hansara. Pápin Hendrik var úr Oyndarfirði, og mamman Jona var frá Norðskála.

Óli er giftur við Marthu, f. Weihe av Selatrað.

Føðingardagin heldur Óli í Dansfrøi í Havn í dag, har hann hevur boðið til stóra veitslu í dag frá klokkan 16 til 20. Og hann hevur opið hús og bjóðar øllum við.

– Tykkum nýtist ikki at boða frá, tað er bert at koma! Tað hevði glett meg at heilsa uppá so nógv av tykkum, sum møguligt, skrivar Óli í lýsing í Sosialinum.

Lesið samrøðu við Óla Hammer í Sosialinum niðanfyri:

##med2##

##med3##

##med4##

Málningin aftan fyri Óla hevur Livar Nysted málað av teimum trimum ferðamannaskipunum, sum Óli Hammer hevur havt ábyrgdina av og sum hava ført ferðafólk millum Føroyar og umheimin seinastu næstan hálvu øldina. Óli Hammer var við eftir Smyrli, sum fór í uttanlandssigling í 1975 – og síðani hava hesi trý skipini røkt sambandið. Í dag fyllir Óli Hammer 80 ár. Mynd: Jens Kristian Vang

Grein í Sosialinum í síðstu viku. Trýst á myndina fyri at fáa hana størri