Í minsta lagi 71 doyðu í ísraelskum álopi á tjaldlegu í Gaza

Ísraelska álopið á Khan Younis í Gaza hevur dripið 71 fólk og sært 289, upplýsir ráðið sambært Reuters.

 

Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 71 fólk hava latið lív og fleiri enn 289 eru særd í einum ísraelskum álopi í morgun á eina tjaldlegu í býnum Khan Younis í Gaza.

 

Tað upplýsir heilsumálaráðið í Gaza, sum Hamas stýrir, sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Eitt ísraelskt hernaðarútvarp boðar frá, at tað var hernaðarleiðarin hjá Hamas, Mohammed Deif, sum var málið fyri álopinum, skrivar Reuters.

 

Tað er óvist, um Mohammed Deif er deyður.

 

Hann er eftirlýstur av Ísrael og verður hildin at hava verið leiðarin aftan fyri álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober í fjør.

 

Ovasti limur í Hamas, Abu Zuhri, noktaði fyri Reuters, at Mohammed Deif var til staðar í tjaldleguni, tá hon varð álopin.

 

/ritzau/

 

Eyad Baba/AFP/Ritzau Scanpix