Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost: – Orsakað av nýggja tøkugjaldinum kann væntast minni virksemi á góðskingarvirkinum á Glyvrum. Tískil er ikki grundarlag at gera fleiri íløgur í góðskingarvirkið á Glyvrum, og í staðin er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi

Bakkafrost flytur íløgur til Skotlands

– Nýggja tøkugjaldið broytir fortreytirnar, og tískil má Bakkafrost tillaga virksemið hjá okkum eins og íløgurnar. Ein avleiðing er tíverri, at íløgurnar í Føroyum minka, meðan fleiri íløgur verða gjørdar í Skotlandi.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost: – Orsakað av nýggja tøkugjaldinum kann væntast minni virksemi á góðskingarvirkinum á Glyvrum. Tískil er ikki grundarlag at gera fleiri íløgur í góðskingarvirkið á Glyvrum, og í staðin er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi

Íløgurnar minka í Føroyum – vaksa í Skotlandi.

 

Hesum boðar Bakkafrost frá í morgun.

 

– Søguliga sæð hevur íløgustøðið í Føroyum verið sera høgt, á leið 12 kr/kg. Í Føroyum verður íløgustøðið komandi 5 árini minkað niður í 7 kr/kg, meðan tað verður tvífalt hetta, 14 kr/kg, í Skotlandi. Í alt verða gjørdar íløgur fyri 6,3 milliardir í tíðarskeiðnum 2024-2028, harav 355 milliónir eru settar av til at fremja grøna orkuskiftið.

 

Í dag 6. 6uni 2023 hevur Bakkafrost kapitalmarknaðardag, har millum annað íløguætlanin fyri 2024-2028 verður løgd fram. Kapitalmarknaðardagurin verður hildin í Skotlandi, men framløgurar, ið verða hildnar í dag frá 8.00 til 11.15, verða stroymdar á heimasíðu felagsins: www.bakkafrost.com/en/investor-relations/capital-market-day-cmd/

 

– Orsakað av nýggja tøkugjaldinum kann væntast minni virksemi á góðskingarvirkinum á Glyvrum. Tískil er ikki grundarlag at gera fleiri íløgur í góðskingarvirkið á Glyvrum, og í staðin er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi.

 

Lívfiskaætlanin er eisini ávirkað, og ætlaða lívfiskastøðin í Skálavík er tikin úr íløguætlanini. Í staðin verða munandi minni íløgur gjørdar í at umbyggja og tillaga verandi smoltstøðirnar við Gjógv og á Húsum, so hesar kunnu brúkast til lívfisk.

 

##med2##

 

– Tað er tó ætlanin at byggja eina nýggja smoltstøð í Føroyum, antin í Ónavík ella í Skálavík, nú hetta økið ikki longur skal nýtast til lívfiskastøð.

 

Íløgur, sum longu eru settar í gongd, verða gjørdar lidnar. Hetta umfatar millum annað útbyggingarnar á Havsbrún, skrivar Bakkafrost.

 

Bakkafrost hevur leingi ætlað út á opið hav at ala og søkti longu í 2020 um loyvi at ala á opnum havi í Føroyum. Havalingin er ikki partur av hesari íløguætlanini. Sum heild verður miðað eftir at vaksa framleiðsluna á sjónum í Føroyum, tó við minni íløgum, optimeringum og nýggjari tøkni.

 

– Miðað verður efir at taka 165.000 tons (kruvd vekt) í 2028, harav 110.000 í Føroyum. Í 2028, verður samlaði framleiðslukapaciteturin í Føroyum og Skotlandi 200.000 tons av laksi.

 

Bakkafrost skrivar, at í Skotlandi eru góðir vakstrarmøguleikar, og gongdin í aliningini betrað munandi. Hetta er eitt beinleiðis úrslit av teimum mongu íløgum, Bakkafrost longu hevur gjørt í Skotlandi og av at virksemið sum heild er umskipað. Komandi árini er ætlanin at økja framleiðsuna av stórum smolti til 15 milliónir smolt á 500g í 2028. Smoltstøðin við Applecross verður víðkað enn meira komandi ár og verður á stødd við størstu smoltstøðina í Føroyum, smoltstøðin við Strond. Ætlanin er at byggja enn eina smoltstøð við Fairlie í Skotlandi. Hendan verður nakað størri enn smoltstøðin við Strond í Føroyum og verður væntandi liðug í 2027.

 

##med3##

 

Harafturat er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi. Virkið verður væntandi byggt í stigum og verður væntandi liðugt í 2028.

 

– Ætlanin er at vaksa alingina á sjónum í Skotlandi við nýggjum aliøkjum, útbýgging av verandi loyvum og við at flyta aliøkir út á djúpari vatn. Eisini er ætlanin at gera íløgur í nýggj skip.

 

Bakkafrost hevur bundið seg til at minka um útlátið og taka hetta í stórum álvara. Tað er sera týdningamikið, at enn meira ferð verður sett á grøna orkuskiftið. Tískil eru 355 milliónir krónir settar av til grøna orkuskiftið í Skotlandi og í Føroyum.

 

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost: – Orsakað av nýggja tøkugjaldinum kann væntast minni virksemi á góðskingarvirkinum á Glyvrum. Tískil er ikki grundarlag at gera fleiri íløgur í góðskingarvirkið á Glyvrum, og í staðin er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi