Tíð

Tá vit hava tíð, eru vit umsorganarfull. Tá vit hava tíð, vaksa vit. Spakuliga. Ikki í oyrum og krónum, men sum menniskju við umsorgan fyri fólki og heiminum rundan um okkum

Vit hoyra ofta, at tað skal loysa seg at arbeiða. Men tað skal so sanniliga eisini loysa seg at liva. Og lívið er eisini annað enn arbeiði. Trýstið er høgt í dagsins samfelag, og vit føla øll avleiðingarnar av trýstinum. Tí vilja vit í Javnaðarflokkinum stytta vanligu arbeiðsvikuna við 3 tímum um vikuna, so vit í størri mun kunnu sameina arbeiðslív og familjulív. 


Vit hava, síðan arbeiðsvikan minkaði niður í 40 tímar, fingið teldur. Internet. Framkomnar maskinur, ið gera nakað av arbeiðinum fyri okkum. Vit hava eisini í nógv størri mun fingið betri samband millum oyggjarnar og til útheimin. Vit hava eisini fingið eitt samfelag, har umhvørvið er undir ógvusligum trýsti. Har børn og ung eru undir høgum trýsti. Har foreldur renna og tuska fyri at fáa alt at hanga saman. 


Í mínum heimi hanga hesi tingini saman, og tað, sum lættir um umhvørvisliga fer eisini at lætta um menniskjasliga. Tí menniskju eru satt at siga ein partur av náttúruni – nakað, sum vit ofta gloyma. 


At stytta arbeiðsvikuna er eisini eitt javnstøðuátak. Ein møguleiki at geva teimum, ið arbeiða í fjølbroyttu umsorganarstørvunum eitt væl uppiborið lyft. Ein styttri arbeiðsvika fer nemliga at gagna teimum, ið arbeiða niðursetta tíð. Hetta eru umleið 52 % av kvinnunum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Eitt nú upplýsir Heilsuhjálparafelag Føroya, at meginparturin av limum teirra arbeiða niðursetta tíð. Stytta vit arbeiðsvikuna, merkir tað, at tey, ið framvegis velja at arbeiða t.d. 30 tímar um vikuna, fáa løn fyri 30/37 partar heldur enn 30/40 partar. Hetta vil tískil verða ein lønarhækking. 


Tá vit hava tíð, eru vit umsorganarfull. Tá vit hava tíð, vaksa vit. Spakuliga. Ikki í oyrum og krónum, men sum menniskju við umsorgan fyri fólki og heiminum rundan um okkum. 


Nú hugsar onkur tykkara kanska, at tað, sum eg vil hava, er, at vit skulu gera minni og fáa alt upp í hendurnar. Men tað ætli eg ikki. Tað, sum eg meini, er, at vit skulu eiga færri ting, vera nøgd við minni og ikki tráa eftir meir og størri allatíð. Hava tíð og umstøður at velja góðsku fram um mongd og hava tíð at vísa hvør øðrum ans. Tað er eingin ivi um, at tað, sum fekk okkum í hesa støðuna av fyrstani tíð, ikki fer at loysa trupulleikarnar. 


Vit kunnu ikki keypa ella vaksa okkum úr menniskjasliga trýstinum ella náttúrukreppuni. Tørvur er á nýggjum átøkum og nýggjum hugskotum. At stytta arbeiðsvikuna er eitt fet rætta vegin.

 

Ingilín D. Strøm

 

valevni fyri Javnaðarflokkin