Ingvald er sonur Marnu á Kamarinum og Ingvald Harðland Hansen.
Føðingardagsbarnið býr í Danmark, og har hevur hann búleikast seinastu gott og væl 30 árini.
– Tað var eitt sindur undarligt, tá eg kom til Danmarkar í 1991. Eg hevði aldrin hugsað tankan, at eg skuldi fara at arbeiða við børnum, sum høvdu tað trupult. Eg ætlaði at gerast sosialráðgevi, men eg slapp ikki inn. So slapp eg inn á pedagogskúlan, og so tonkti eg, at so blívi eg bara námsfrøðingur.
Soleiðis segði Ingvald einaferð í samrøðu við Sosialin.
Hann greiddi eisini frá, at hann mintist væl, at hann sat á konditarínum, og onkur spurdi, hvat hann gjørdi niðri.
– Eg segði bara, at eg koyrdi lastbil, eg tordi ikki at siga, at eg læs til pedagog.
Men so tá eg endiliga fekk tikið meg saman og sagt, at hann læs til pedagog, fekk hann nógvar býttar viðmerkingar.
Ingvald av Kamarinum flutti til Danmark undir kreppuni fyrst í nítiárunum.
– Eg pakkaði mín Fjällräven ryggsekk og fór niður, greiddi hann frá.
Hann arbeiddi um náttina – og gekk í skúla um dagin.
– Eg fór at koyra lastbil um náttina og gekk í skúla um dagin. Eg tók 9. og 10. og HF uppá tvey ár. Og tók síðani útbúgving sum pædagog.
Ikki tí tað var dreymur hansara, men var meira fyri at gera okkurt.
Hann hevur so starvast sum socialpædagogur, síðan hann var útbúgvin.
##med2##
Ingvald á Kamarinum byrjaði Fjordskolen í 2001. Tað greiddi hann frá í Sosialinum, í 2021, tá skúlin hevði 20 ára jubileum.
– Eg byrjaði við einum næmingi, nú eru vit 37 starvsfólk – hava verið upp í 40 – og 55 næmingar. So tað er blivið stórt. Í 2014 varð skúlin kosin besta skúlatilboð í Danmark. Fólk úr Onglandi komu á vitjan, tá var eg errin, segði Ingvald á Kamarinum og helt fram:
– Hetta var um sama mundið, sum eg fekk at vita úr Føroyum, at tað var eingin áhugi at stovna slíkan skúla í Føroyum, tí tað var ikki brúk fyri slíkum skúlatilboð í Føroyum. Sjálvt um eg havi havt fleiri føroysk foreldur í telefonini, sum ikki vistu síni livandi ráð, tí tey ikki fingu hjálp í Føroyum, men máttu flyta til Danmarkar, segði hann.
Børnini búgva ikki á skúlanum, tí talan er um ein dagskúla. 10 bussar koyra runt og heinta børn.
– Við míni bakgrund, so gangi eg ikki inn fyri, at børn skulu búgva á barnaheimi ella í familjupleygu, tað haldi eg er heilt skeivt. Man skal heldur fara inn og broyta atburðin inni í familjunum í staðin fyri. Tí tá man fjernar børnini, verða børnini revsað fyri nakað, sum foreldrini hava skyld í.
– Tí líka mikið hvør diagnosan er, so hevur tað einki við diagnosina at gera, men hvussu foreldrini klára tað. Fyri tað um tú hevur ADHD, so er merkir tað ikki, at man skal vera óuppdrigin. Og har haldi eg, at nógv taka feil. Tað hoyri eg eisini úr Føroyum. Man er farin at hugsa í diagnosum. Knappliga, so hava øll børn fingið autismu og ADHD og alt møguligt annað. Alt í lagi við tí, men man skal minnast til, at børn eisini skulu uppdragast, segði Ingvald á Kamarinum við Sosialin í 2021.
##med3##
Umframt sína pedagogisku útbúgving, so hevur Ingvald eisini tikið heimaskiparaskeið, coaching og er eisini familjuráðgevi og serfrøðingur innan autismu og ADHD.
Ingvald á Kamarinum eigur seks børn:
Remy á Kamarinum
Terji á Kamarinum
Marna á Kamarinum (deyð)
Magnus á Kamarinum
Rune á Kamarinum
William á Kamarinum
Hann eigur 15 abbabørn og trý langaabbabørn.
Hann er giftur við Lindu Jensen á Kamarinum.
Mamma Ingvald, Marna, var dóttir Borghild og Jens Dam Jacobsen í C. Pløjensgøtu í Havn. Jens Dam Jacobsen sum m. a. yrkti »Dýrd og vík og vág«. Hann var sonur kenda smiðin og arkitektin Magnus á Kamarinum.