Hóast veðurgudarnir ikki vóru við, og hóast innsavningin varð tikin uppaftur leygardagin eftir, so gav innsavningin hjá Reyða Krossi í ár nógv meira, enn hon hevur gjørt onnur ár.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi við útvarpið.
Hesaferð gav innsavningin 1.682.847 krónur.
Av teimum komu umleið 820.000 krónur niður í bússurnar, sum fólk gingu við hurð til hurð. Restin er flutt beinleiðis á konto. Tað eru bæði vinnufyritøku og privat, sum hava flutt pengar tann vegin.
– Hetta er so nógv tann besta landsinnsavningin nakrantíð, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi.
Og Reyði Krossur í Føroyum hevur longu gjørt av, at 750.000 krónur av hesum fara til hjálpararbeiði. Av teimum fara 500.000 kr til Libia, sum er rakt av vatnflóð og 250.000 til jarðskjálvtarakta Marokko.
##med2##
##med3##