Føroyingar eru eitt sera virkið fólk. Eisini okkara pensjónistar teljast millum tey virknastu í Evropa. At vera virkin og serliga sum eldri kann bæði vera gott fyri sálarheilsuna og gott fyri fíggjarliga rásarúmið.
Í 2019 varð lógin um inntøkuhámarkið hjá pensjónistunum broytt úr 61.900 niður í 45.000 tús kr. Hetta gjørdist ein stórur smeitur fyri nógvar pensjónistar, sum framvegis ynskja at hava eitt tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Forvunnur tú meiri enn tær 45 tús kr. verður hetta mótroknað í pensjónini beinanvegin. Hetta er ikki ein skynsom skipan, og eigur hetta at vera broytt í stundini.
I londunum kring okkum ásannar man, nú stórur tørvur er á arbeiðsmegi, at pensjónistar, ið ynskja framhaldandi at arbeiða eftir pensjónsaldur eru ein kærkomin hjálp á arbeiðsmarknaðinum.
I Danmark varð inntøkumarkið hækkað upp til 122 tús kr. umframt at tær fyrstu 11 tús. kr eru skattafríar. Ì Føroyum varð gingið øvugtan veg í 2019 við at lækka inntøkumarkið úr 61.900 niður í 45 tús, og harvið vórðu pensjónistar revsaðir fyri at taka eitt eyka tak.
Hetta kom serliga illa við hjá okkara pensjónistunum, sum forvinna sær nakrar krónur út yvir pensjónina, og serliga nú tá ið kostnaðarstøði og oljuprísurin er hækkaður munandi. Um semja ikki fæst fyri at avtaka inntøkumarkið heilt, so er ein byrjan at tvifalda inntøkuloftið upp í 90 tús kr.
Latið okkum stuðla pensjónistuum í at arbeiða eftir pensjónsaldur um hugur og hegni er til tess, tað tænir bæði tí einstaka og samfelagum øllum
Annika Olsen,
valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið