Iranski ST-sendimaðurin, Amir Saeid Iravani, hevur kært amerikanska forsetan. Donald Trump, til ST-trygdarráðið fyri brot á fólkarættin.
Sambært brævi, sum sendimaðurin hevur skrivað og sum Reuters hevur sæð, verður Trump umrøddur sum miskunnarleysur og krígssinnaður.
Sunnudagin hótti amerikanski forsetin við bæði bumbing og tolli, um Teheran ikki vil semjast við Washington um sína kjarnorkuætlan.
Á hinari síðuni hevur Iran ávarað USA og hevur sagt, at landið fer at svara aftur, um USA leypur á.