Ísland leggur sendistovuna í Moskva á ís

- Núverandi støða ger tað ikki møguligt hjá okkara uttanríkistænastu at hava virksemi í Russlandi, sigur íslendski uttanríkisráðharrin.

Myndina eiga íslendsku myndugleikarnir.

Hin 1. august í ár gevst Ísland við øllum virksemi á íslendsku sendistovuni í Moskva. 

 

Tað siga íslendsku myndugleikarnir á sínum heimasíðum.

 

Sagt verður, at russiska sendistovan í Íslandi er kunnað um hesa avgerð í dag.

- Hetta er ikki ein einføld avgerð fyri Ísland, sum hevur havt góð sambond við russiska fólkið, síðan Ísland gjørdist lýðveldi í 1944.

 

Íslendski uttanríkisráðharrin, Thórdís Kolbrún Reykfjörd Gylfadóttir, sigur í tíðindaskrivi, at núverandi støða ger tað ikki møguligt hjá íslendsku uttanríkistænastuni at hava virksemi í Russlandi.

 

- Eg vóni, at tað verður møguligt hjá okkum at hava eitt vanligt og fruktagott samstarv aftur við Russland, men hetta veldst um, hvørjar avgerðir Kreml tekur, leggur hon aftrat.

 

##med2##

 

 

 

Myndina eiga íslendsku myndugleikarnir.

Íslendski uttanríkisráðharrin, Thórdís Kolbrún Reykfjörd Gylfadóttir.