Íslendska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur vunnið seg trygt til HM-endaspælið.
Ígjár vunnu tær íslendsku 39-27 (20-10) á Ísrael í einari manntómari høll á Ásvellum í Hafnarfirði.
Í somu høll í kvøld vann Ísland 31-21 (16-11) í tí sum tekniskt var heimadysturin hjá Ísrael.
Hondbóltssambondini í Íslandi og Ísrael vóru samd um, at báðir dystirnir skuldu spælast í Íslandi.
Ísland vann sostatt ein samlaðan 70-48 stórsigur. Størsti spenningurin var tann politiskir aktivistar skaptu uttanfyri høllina.
Þórey Anna Ásgeirsdóttir var toppskjútti hjá Íslandi báðar dystirnar. Hon skoraði átta mál ígjár, og átta mál í kvøld, samanlagt 16 mál.
Andrea Jacobsen (myndin), ið er av føroyskari ætt skoraði fýra mál, tvey í hvørjum dysti.