Her er tað ein palestinskur maður, sum sær familju sína aftur - eftir, at hann er leyslatin úr ísraelskum fongsli. - Viðurskiftini vóru sera vánalig, og eg varð eisini píndur, sigur Faraj al-Samuni.

Ísrael hevur latið palestinskar fangar leysar

Al-Jazeera veit at siga, at orsøkin til leyslatingina er, at ísraelsku fongslini eru á tremur.

 

Her er tað ein palestinskur maður, sum sær familju sína aftur - eftir, at hann er leyslatin úr ísraelskum fongsli. - Viðurskiftini vóru sera vánalig, og eg varð eisini píndur, sigur Faraj al-Samuni.

Sambært Israeli Broadcasting Corporation, sum eitt nú norska kringvarpið NRK endurgevur í morgun, hevur Ísrael latið fleiri palestinskar fangar leysar.

 

Millum tey leyslatnu er eitt nú stjórin á al-Shifa-sjúkrahúsinum í Gazageiranum, Muhammad Abu Salmiya. Hann varð tikin til fanga, tá ísraelskir hermenn lupu á Shifa-sjúkrahúsið í Gazabýi í november síðsta ár. 

 

Ísraelski herurin sigur, at Hamas rak umfatandi yvirgangsvirksemi undir leiðslu av sjúkrahússtjóranum. Men, sambært útlendskum miðlum hevur Ísrael eingi prógv lagt fram um hesa skuldseting móti Muhammad Abu Salmiya.

 

Tíðindastovan Al-Jazeera veit at siga, at orsøkin til leyslatingina av palestinskum fangum er, at ísraelsku fongslini eru á tremur.

 

Ein av teimum, sum er leyslatin, Faraj al-Samuni, sigur við palestinska tíðindamiðilin, Wafa, at hann varð hildin fangi í fangaleguni, Sde Teiman. Her var hann í einum tjaldi saman við 30 øðrum palestinskum fangum. 

 

Faraj al-Samuni sigur við Wafa, at viðurskiftini sum fangi vóru sera vánalig, og hann varð eisini píndur. 

 

Síðan byrjanina av krígnum í Gazageiranum hevur ísraelski herurin tikið fleiri hundrað fólk til fanga. Ísraelsku myndugleikarnir hava ikki viljað upplýst, hvussu stórt veruliga talið av palestinskum fangum er.

 

NRK veit í morgun at siga, at Ísrael í hesum umfari hevur leyslatið 50 palestinskar fangar.

 

 

 

 

 

 

 

Her er tað ein palestinskur maður, sum sær familju sína aftur - eftir, at hann er leyslatin úr ísraelskum fongsli. - Viðurskiftini vóru sera vánalig, og eg varð eisini píndur, sigur Faraj al-Samuni.