JAC e-JS4 - væl útgjørdur elbilur frá Berg Motors

Berg Motors víðkar um úrvalið við elektriskum bilum til privat og vinnu.

 

JAC e-JS4

Enn eitt kinesiskt bilmerki er á veg á føroyska markaðin. Talan er um JAC, sum er eitt gamalt kinesiskt bilmerki, ið síðan 2017 hevur samstarvað við Volkswagen og NIO um framleiðslu av elbilum.

 

Í hesum mánaðinum fær Berg Motors JAC e-JS4 á goymslu. Ein spennandi bilur, sum er tryggur og álítandi. JAC E-JS4 er ein fult eldrivin SUV á tremur við útgerð. Hann hevur 65,7 kWt battarí og koyrir upp til 588 km (WLTP) við einari løðing. 

 

Tað skal vera trygt at velja ein bil frá JAC Motors. Tí veitir framleiðarin 5 ára garanti, bæði upp á battarí og fabriksgaranti til sjálvan bilin. 

 

JAC e-JS4 er væl útgjørdur við t.d. panorama sóltaki, LED-ljósum, 10,25" Touch skíggja, el-førarsetur v/4 stillingum, Apple Carplay/Android Auto, tónaðar rútar, hitapumpu, 360° bakkikamera og parkeringssensorar.

 

Bilurin er høgur frá vegnum og góður at koma í og úr. Bilførarin hevur gott útsýni, og tey ferðandi í bilinum sita væl.   

 

Introprísur við Nordic Edition útgerðspakka er 399.990 kr. og 329.990 kr. eftir mvg-afturbering. 

 

Frá Berg Motors verður sagt, at bilurin kemur um hálvan mai, og øll eru vælkomin at síggja og royna bilin. 

 

Elektriskur BYD vørubilur

Umframt JAC fær Berg Motors eisini kinesiska vørubilin BYD eTP3. BYD stendur fyri "Build Your Dreams". 

Talan er um ein rúmligan vørubil, sum er væl egnaður til nógvar uppgávur og hevur smartar goymsluloysnir. Hann ber lastina væl, er einfaldur og gjørdur til at loysa tær uppgávur sum ein vørubilur nú einaferð skal klára. Vørurúmið er 3,5 m3.

Hann koyrir upp til 310 km (WLTP) við einari løðing. Battaríið hevur 8 ár/160.000 km garanti.

Bilurin er væl útgjørdur við t.d. bakkikamera/sensorum, el-rútum- og speglum, Bluetooth, el-hondbremsu, klimaanleggi og kunstleðursetur við hita.

BYD eru eisini væl royndir sum elbussar, flestu av elektrisku býbussunum í Keypmannahavn eru av slagnum BYD.

Frá Berg Motors verður sagt, at bilurin kemur fyrst í mai, og øll eru vælkomin at síggja og royna bilin. Introprísurin verður 279.990 kr. + mvg.

 

##med2##


 

 

JAC e-JS4

BYD eTP3