Jada noydd at avlýsa

Jada, ið skuldi spæla á G! í ár, er við barn, og var í síðstu viku innløgd við komplikatión

Hetta hevur við sær, at hon í dag hevur boðað frá, at hon verður noydd at avlýsa allar konsertir uttanlands í summar, hetta er tíanverri eisini galdandi fyri G! Festivalin.

 

Fyrireikararnir av G! festivalinum siga, at avboðið kemur brátt við, men vit gleðast um, at støðan hjá henni og barninum er stabil, og gleða okkum at taka ímóti henni eitt annað ár.

 

Samstundis eru vit í ferð við at finna ein góðan avloysara til festivalin, ið kann koma afturat kanska sterkastu tónleikaskrá, ið vit nakrantíð hava havt.