Føroyingauppgerð var í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í dag.
Á heimavølli í BIOCIRC Arena í Viborg vunnu Jana Mittún og liðfelagarnir 30-24 á Rakul S. Wardum og hennara liðfeløgum í Ringkøbing. Í steðginum var Ringkøbing á odda 16-15, men í seinna hálvleiki tók heimaliðið yvir.
Jana var við fýra málum millum næstbestu málskjúttarnar hjá Viborg. Harumframt hevði hon tvey upplegg til mál (assist). Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing meginpartin av tíðini. Rakul kom tó inn og bjargaði einum brotskasti. Men sæð við føroyskum landsliðsbrillum var spælitíðin ov soltin í dag.
Viborg er fjórðfremst í deildini við 12 stigum fyri átta dystir. Tær hava fýra stig upp til oddaliðið, Odense sum hevur 16 stig. Ringkøbing hevur tapt átta av átta dystum, og tær eru aftast í deildini við ongum stigi.
Í næstbestu donsku hondbóltsdeildini var eisini føroyingauppgerð. Á heimavølli vunnu Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ 40-31 (21-17) Bjørk F. Joensen og liðfeløgunum í Randers. Marita skoraði eitt mál og Bjørk skoraði fýra mál.
Í somu deild vunnu Lív B. Zachariassen og liðfelagarnir í Ajax á heimavølli 26-20 (12-14) á Ejstrup/Hærvejen. Lív skoraði eitt mál.
HØJ er fremst við fullum stigatali, 14 stigum fyri sjey dystir. Ajax er næstfremst við 11 stigum. Randers er nummar níggju í deildini við fýra stigum.