Jarnbardur sólaði sær í FM róðri

6-mannafør kvinnur: Í dag vóru tað fleiri enn 10 sekund aftur til tær, sum kappaðust um næstfremsta plássið

Tað var gull og glitur og sjampanja umborð, tá ið róðurin var liðugur, og tað var greitt, at kvinnurnar á Jarnbardi høvdu vunnið so sera sannførandi sigur. Tað vóru fleiri enn 10 sekund aftur til Víking hjá Havnar Róðrarfelag, sum var næstfremstur á mál. Tað var hann í kapping við Hósvíking, sum var meiri enn eina bátslongd undan Páll Fanga í sera fínum líkindum. Sólin skínour oman og niðan, og líkindini at rógva kapp eru góð í Sandavági í dag.

 

Jarnbardur er FM vinnari við fullum stigatali, og tað eru níggju stig aftur til Hósvíking og 12 stig aftur Páll Fanga, sum er á triðja plássi í FM kappingini. At Víkingur bara hevur 11 stig kemst av, at hann ikki hevur luttikið fyrstu FM stevnurnar í summar.  

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo

 

 

 

##med3##