Javnaðarflokkurin fór eftir høvdinum í loysingarsamgongu

Nú júst tvey ár eru liðin síðan landsstýrið bleiv útnevnt og politisku ætlanirnar blivu lagdar, síggjast og merkjast úrslitini, nú triðja fíggjarlógin er avgreidd. Ríkisveitingin skerd við 150 mió. kr. (25+50+75), rakstrarútreiðslurnar hækkaðar við 1.000 mió. kr., og undirskotið heilar 600 mió. kr. hjá sitandi samgongu higartil.

 

Ríkisveitingin skuldi skerjast fyri einhvønn prís, kosta vælferð ella eið, Tjóðveldi skuldi hava sítt bringuprýði.

 

Nú skal sparast, og heldur enn at gera bygnaðarbroytingar, verður farið eftir vælferðini, fólkaskúlin, heilsuverkið og almannatænastum, samstundis sum miðfyrisitingin verður blást upp við heili 9 landsstýrisfólkum fyri at politiska kabalin skal ganga upp.

 

Avgjøldini verða hækkaði líka nógv, sum tann hálovaði skattalættin til lág- og miðallønt kostar. Hægri avgjald á streym, diesel, bensin, lægri ferðastuðul vm. ger at ongin lætti er hjá lágløntum, pensjónistum og lesandi fáa ikki fyri hækkaðar prísir.

 

At so fór at vera, var eingin ivi um, hvørki áðrenn ella aftaná valið, dyrgjanin hjá javnaðarflokkinum eftir sambandsatkvøðum áðrenn valið, og at lata framsókn heilsa uppá sambandsflokkin eftir valið, vóru bara kávalótir, alt var avgjørt frammanundan, sjónleikurin skuldi bara spælast.

 

Hóast vit strektu okkum langt fyri at tryggja stýringina av landinum til frama fyri føroyingar og Føroyar, var avgerðin tikin, Javnaðarflokkurin vildi hava eina samgongur við loysingarflokkarnar, heldur enn Sambandsflokkin.

 

Tey sum fylgja við vistu, at javnaðarflokkurin fekk alt sum hann vildi hava frá Tjóðveldi. Spurningurin var hvat javnaðarflokkurin sjálvur fór at latað Tjóðveldi standa fyri.

 

At Tjóðveldi umframt blokkniðurskur og yvirtøkur slapp at seta seg á uttanríkismál og alt sum hevur við onnur lond og fiski- og alivinnu at gera er óforstáðiligt.

 

Við afturgongd í andstøðu við 6 mandatum fekk Tjóðveldi eisini stýringina av sjálvum Løgtinginum.

 

Úrslitini síggjast og merkjast nú hjá teimum veiku í samfelagnum, har lækkaðar inntøkur skerja vælferðina.

 

Hvat hugsar javnaðarflokkurin fyri sær við 9 løgtingsfólkum.

 

 

 

Bárður á Steig Nielsen

 

formaður í Sambandsflokkinum