Ein 34 ára gamal maður læt lív í arbeiðsvanlukkuni umborð í Glyvursnesi, og ein annar av manningini er í lívsvanda.
- Tað er ikki so nógv at frætta aftrat í mun til tað, sum longu er sagt um hendingina. Vit hava ein av manningini, har støðan framvegis er kritisk.
Tað segði Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line við KvF á middegi í dag.
Hin 47 ára gamli maðurin, sum er illa skaddur, er fluttur á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar fyri brunaskaðar, og hann er lagdur í koma.
- Maðurin hevur verið undir viðgerð í alla nátt, og støðan hjá honum er ikki góð. Vit vita ikki ordiliga meira í løtuni, sigur stjórin í Smyril Line.
Enn er orsøkin til spreinginga og eldsbrunan ókend. Eldurin kyknaði klokkan 22.02 danska tíð í maskinrúminum á Glyvursnesi, meðan skipið lá við bryggju í Hirtshals.
- Vit vita, at tað er ein spreinging, men júst, hvat tað er – ja, tað má kannast, og tað fáa vit ikki sagt nakað um í løtuni.
Jens Meinhard Rasmussen endurtekur, at tað er ein spreinging, og tað hevur eisini verið eldur í.
Ein triði av manningini – ein 19 ára gamal maður – var eisini í maskinrúminum, tá spreingingin hendi, og hann fekk nakað av roykeitran.
##med2##
Stjórin í Smyril Line segði við KvF á middegi, at restin av manningini varð flutt av skipinum í gjárkvøldið og hevur verið á hotelli í nátt.
- Nú fara vit so upp til Hirtshals at hitta manningina har, segði hann við KvF á middegi í dag.
In.fo hevði eisini orð á stjóran í Smyril Line í morgun.
Jens Meinhard Rasmussen var nógv upptikin, fámæltur og harmur, men visti tá heldur einki meira at siga enn tað, sum higartil hevur verið frammi um hendingina umborð á Glyvursnesi.