Jógvan Sundstein fyrrverandi løgmaður deyður

Í dag bórust deyðsboðini av Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmanni, sum andaðist 91 ára gamal

Jógvan Sundstein og konan Lydia

Jógvan Sundstein var vik­in í politikki frá 1970, tá hann varð valdur ting­mað­ur fyri Fólka­flokk­in í Eyst­ur­oy­ar valdømi til 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur. Frá 1978 um­boð­aði hann Fólka­flokk­in í Suð­ur­streym­oy­ar valdømi.

 

Jógvan Sundstein gjørd­ist løg­­maður eftir valið í 1988, tá hann skip­aði samgongu saman við Sam­­bands­flokk­i­num, Sjálv­s­týrisflokkinum og Krist­i­­­liga Fólkaflokkinum Før­­oya Fram­burðs- og Fisk­i­­vinn­u­flokki í januar í 1989. Hend­an sam­gong­an helt ikki, og summ­arið sama ár skipaði hann nýggja sam­gongu sam­an við Sam­­bands­­flokk­i­num og Tjóð­­veld­­is­flokk­i­num.

 

Eftir valið í 1990 skip­aði Javnaðarflokkurin tví­flokka­sam­gongu saman við Fólka­flokkinum, og tá gjørd­ist Jógvan Sundstein fíggj­ar­mál­a­ráð­harri. Tað starv­ið røkti hann til 1993.

 

Jógvan Sundstein var havn­ar­maður. Foreldrini vóru Hanna Jensen (á Dul) og Hans Sund­stein, sum í mong ár var sjó­mans­skúla­lær­a­ri.

 

Tey fingu seks børn. Jógv­an var elstur, og so vóru fimm systr­ar: Mar­gret­ha (1935), Agnas (1937), Elisa­beth (1939), Hanna (1940-2020) og Mar­jun (1947-2022).

 

Margretha býr í Dan­mark, hinar búðu í Føroyum.

 

Eftir skúlan fór Jógvan Sund­stein í læru í Sjó­vinn­u­bank­a­num. Seinni tók hann HD í roknskapi í Keyp­manna­havn og seinni grann­skoð­ar­a­prógv. Í 1963 varð hann løggildur grann­skoð­ari.

 

Hann byrjaði egið grannskoð­ar­avirki í 1964. Eitt skifti var hann saman við Paula Ellefsen.

 

Jógvan var giftur Lydiu fødd Marstein og ættað úr Klaks­vík. Tey búðu í mong ár á Skák­i­num í sonevnda »Kardamummbýnum« úti í Grøn­landi í Havn, men fyri góðum 20 árum síðani fluttu tey til Dan­markar. Tey búðu í Holbæk, har dótturin, Ruth, býr. Lydia og Jógvan høvdu eis­ini tveir synir – Hans Paula, sum andaðist herfyri, og Eivind – sum báðir búðu í Danmark.

 

Jógvan Sundstein var 91 ára gamal, nú hann andaðist í morgun. 

 

Jógvan Sundstein og konan Lydia