Jólini 2024

Latið okkum hyggja frameftir imóti einum spennadi valskeiði og góðum samstarvi, bæði her í bygdarráðnum og millum kommunurnar í sýsluni

Ein hjartans tøkk til tykkum, sum vístu mær álit við at seta krossin við Bjarka Henriksen á kommunuvalinum 12. november.

 

Ein serstøk tøkk til valevnini á lista C, sum við stórsinni gjørdu pláss til mín á teirra lista.

 

Tá ein liggur lágt, er fløvandi at føla, at ein ikki er einsamallur.

 

Valið er av.

 

Borgarstjóri og varaborgarstjóri eru valdir, eins og nevndarsessir eru lutaðir millum listarnar eftir lutfalli.

 

Summi betur nøgd enn onnur. Tað merkir tó ikki, at samstarv er útilokað.

 

Tí undrar tað meg at lesa grein ella lesarabræv í miðlunum um, at listi A á Sandi verður uttan ávirkan í bygdarráðnum.

 

Listi A hevur trý av sjey umboðum í bygdarráðnum, so uttan ávirkan samsvarar ikki við veruleikan.

 

Mín vón og jólaynski skal vera:

 

Latið okkum taka lógvatak saman, bygdini og fólkinum, sum her býr, at frama og lata allar útsagnir og annað uppáhald fara okkum aftur um bak.

 

Latið okkum hyggja frameftir ímóti einum spennadi valskeiði og góðum samstarvi, bæði her í bygdarráðnum og millum kommunurnar í sýsluni.

 

Við ynskum um, at tað góða í okkum menniskjum altíð skal vera við yvirlutan.

 

Vinaliga,

 

komandi varaborgarstjóri á Sandi

 

Bjarki Henriksen