Jóan Símun Edmundsson og Pætur J. Petersen vóru báðir við frá byrjan, tá teir og liðfelagarnir í KA vunnu trivaligan 4-2 sigur á Fylkir í niðara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Sigurin merkir, at KA manglar bert eitt stig í trimum teimum seinastu dystunum at vinna niðara endaspælið.
Harley Willard legði KA á odda tá bert seks minuttir vóru farnir av dystinum. Í 17. minutti javnaði Fylkir. Hallgrímur Mar Steingrímsson fekk KA á sigurskós aftur tá ein hálvur tími var farin av dystinum.
Harley Willard økti til 3-1 tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, Sveinn Margeir Hauksson økti til 4-1 fimm minuttir undan dystarloki. Heilt móti endanum slapp Fylkir at pynta um úrslitið.
Komandi hóskvøld tekur KA móti ÍBV á heimavølli á Akureyri.
Støðan í niðara endaspælinum:
Nr | Lið | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
7 | KA | 24 | 10 | 5 | 9 | 39:43 | 35 |
8 | HK | 24 | 6 | 8 | 10 | 39:51 | 26 |
9 | Fylkir | 24 | 5 | 7 | 12 | 33:51 | 22 |
10 | Fram | 24 | 5 | 6 | 13 | 35:50 | 21 |
11 | ÍBV | 24 | 5 | 6 | 13 | 28:47 | 21 |
12 | Keflavík | 24 | 2 | 9 | 13 | 24:47 | 15 |