Kaj Leo Holm Johannesen átalar landslæknan

Koppingarætlanin skal haldast, og landsstýrismaðurin átalar, at frávik eru gjørd, sigur hann í eini almennari fráboðan í dag

Kunngerðin koppsetingar fyri koronu, skal haldast. Tað leggur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, dent á í eini almennari fráboðan.

Hann sigur samstundis, at tað var ikki í lagi at gera undantak, so at sendifólk kundu verða koppsett. Tað var eftir tilmæli frá landslæknanum, at tey vórðu koppsett, og nú hevur landsstýrismaðurin givið landslæknanum eina átalu fyri at hava mælt til tað.

Og í samrøðu við Kvf nú á miðdegi sigur ásannar landslæknin, at tað var eitt mistak.

Landsstýrismaðurin staðfestir samstundis, at frávikið, sum varð gjørt, tá ið fólk á Smyril Line vórðu koppsett, var longu í fyrst í januar, tá ið tað fór fram. Hesari støðuni er greitt frá í eini frágreiðing tann 2. februar, tí tá varð upplýst, at eini 20 fólk vórðu koppsett, uttan at tey vóru umfatað av koppingarkunngerðini. Fólkini á Smyril Line eru við í tí bólkinum.

Landslæknin hevur eisini mælt til, at føroyska sendifólkið í Kina, og makin, kundu koppsetast. Eisini tað hevur landslæknin mælt til, men nú er støðan tikin til, at tey verða ikki tikin fram um, og sostatt verða tey ikki koppsett.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann tekur frágreiðingina til eftirtektar, men hann leggur samstundis stóran dent á, at koppsetingarkunngerðin skal fylgjast, og at tað ikki er í lagi at raðfesta eitt nú sendifólk við makum fram um onnur fólk.

– Eg havi eisini persónliga tosað við landslæknan í morgun og átalað, at hann hevur mælt til hetta.

Hann sigur, at hann hevur fingið upplýst, at sendifólkið í London, og makin, vórðu koppsett fyrru ferð í januar, men umbønin um koppseting av sendifólkinum í Kina við maka er nýggjari. Tískil eru tey ikki koppsett, og tey verða heldur ikki tikin fram um onnur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.