Veðurstova Føroya sigur soleiðis í forsøgnini, sum er galdandi til á middegi í morgin:
Frískur vindur upp í strúk norðan ella av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Hitin -3 til 2 stig. Í kvøld veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í nátt og týsdag fyrrapart upp í skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft við kava- ella vátakavaælum, tó í støðum heglingur. Hitin millum frostmarkið og 4 stig.
Týsdagur
Strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Um kvøldi minkar hann vindin niður í frískan vind ella hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og stundum kavaælaveður. Hitin úr frostmarkinum og niður í 4 kuldastig.
Mikudagur
Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, sum um náttina minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og stundum kavaælaveður. Hitin um frostmarkið og upp í 3 hitastig.
Hósdagur
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og kavaælaveður. Sum frá líður fer hann at mæla av ymsum ættum og tað verður longri ímillum kavaælini. Um kvøldi skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig.
Fríggjadagur
Frískt lot til frískan vind um sunnan, 5 til 10 m/s, sum veksur upp í frískan vind ella hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og fyrst yvirhøvur turt, um kvøldið og um náttina vátakavi ella regn. Hitin 2 til 6 stig.