Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir Danmark við tolli á vørum, um Danmark ikki letur hann yvirtaka Grønland. - Mynd: Carlos Barria

Lyfti millum ES lond fer at raka Trump og USA

Ein avtala frá 2023 merkir, at alt ES fer at svara aftur, um Trump fremur hóttanir móti Danmark í álvara.

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir Danmark við tolli á vørum, um Danmark ikki letur hann yvirtaka Grønland. - Mynd: Carlos Barria

Donald Trump og USA fáa aftursvar frá einum sameindum ES, um komandi forsetin ger álvara av hóttanum um búskaparlig revsitiltøk móti Danmark.

Tað verður úrslitið av eini musketeravtalu, sum limalondini í ES gjørdu fyri einum lítlum ári síðani við tí endamáli at avrætta triðjalond frá at fara illa við londum í samveldinum.

- Tað er nakað, sum tey hava kent seg noydd at gera, og tá hevur verið hugsað um Kina, sum í tí loynda hevur roynt at raka útflutningin, men ikki sum ein so beinleiðis ein hóttan sum henda, sigur lektarin Jens Ladefoged Mortensen á Institut for Statskundskab ved Københavns Universitet.

Komandi amerikanski forsetin segði á tíðindafundi í dag, at hann vil hava Grønland, og hann er til reiðar at leggja toll á danskar vørur, um hann ikki fær sín vilja. Hann vísir heldur ikki aftur at brúka hermegi til tess at fáa fatur á Grønlandi.

- Hann brýtur fullkomiliga við teir reglur, sum hava verið galdandi síðan seinna heimsbardaga, sigur Jens Ladefoged Mortensen, sum er ørkymlaður av útsøgnunum:

- Vit eru sameind, vit eru tøtt sameind, tað er ringt at trúgva egnum oyrum. Tá hann sleingir hetta út, er tað so nakað, sum er umhugsað? Er tað avtalað? Vit hava nógvar spurningar.

Ein amerikanskur forseti kann ikki, sambært lektaranum,  at seta hetta í verk, uttan at ES-nevndin skal svara uppá tað.

- Skal ES geva meining og liva upp til sínar sáttmálaskyldur, skal ES-nevndin gera móttiltøk so sum móttoll. Síðani fara vit samstundis at leggja málið fyri WTO, og síðani taka málið upp sum eitt bráðfeingis mál.

- Men tað er trupult við hóttanum. Tað er bara, um tað hendir, sigur Jens Ladefoged.

Reglurnar, sum lektarin vísir á, eru reglurnar, sum Heimshandilsfelagsskapurin WTO skipar fyri, sum varð settur á stovn í 1995 sum avloysari fyri GATT-avtaluna (General Agreement om Tariffs and Trade) frá 1947.

Endamálið við altjóða samstarvinum er at lætta um handil við vørum og tænastum og skapa støðugar karmar fyri framleiðarar, útflytarar og innflytarar.

Trump hevur tó longu víst seg illan inn á hesa skipanina. Hann hevur forðað kærustovninum hjá WTO í at taka ímóti nýggjum dómarum, og hevur í roynd og veru lammað hann.

Tað er eitt hol í WTO-reglunum soleiðis, at eitt land kann vísa til tjóðartrygdina. Tað hevur Trump gjørt áður.

- Hann fer helst at lýsa tað sum eitt tjóðartrygdarmál, og so kann hann grundgeva fyri, at hann sleppur at gera, sum hann vil. Men tjóðartrygdin kann ikki tulkast sum bara nakað.

- So brýtur hann allar reglur. Alt reglarnar, sigur Jens Ladefoged Mortensen.

Trump nevndi ikki á tíðindafundinum í dag, hvørjar vørur hann møguliga leggur toll á.

Jens Ladefoged Mortensen metir, at ein ósemja kann fáa USA at taka seg heilt úr altjóða samstarvinum um handil í WTO.

- Hann hevur boðað frá, at hann fegin vil taka USA úr teirri skipanini. So vit kunnu ikki stevna, og tey fara at vraka tað, og tað kann Trump brúka sum umbering fyri at taka seg úr WTO.

 

/Ritzau/

 

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir Danmark við tolli á vørum, um Danmark ikki letur hann yvirtaka Grønland. - Mynd: Carlos Barria