Kann løgmaður traðka í karakter skjótt?

Jenis av Rana sigur at Miðflokkurin ikki vil stuðla Søren Pape, tí at hann er samkyndur.

 

Vit øll hugsaðu tað. Vit øll vistu at tað lá millum linjurnar. Men Jenis av Rana segði í beinleiðis sjónvarpið at hann ikki kann stuðla einum politikara, tá hann er samkyndur.

 

Hetta minnur meg á tað ferðina hann noktaði at fara til døgurða hjá undanfarna íslendska forsætisráharranum, Jóhannu Sigurðardóttir, og konu hennara.

 

Tað EIGUR ikki at ganga, at ein føroyskur uttanríkisráðharri ber seg soleiðis at. Hetta fer at koma í altjóða miðlar, og fer at sannføra danskir myndugleikar um, at vit eru ikki uppgávuna vaksin at føra uttanríkispolitikk.

 

Eg mangli orð. Kann løgmaður traðka í karakter skjótt?

 

Bjarni Kárason Petersen,

 

Løgtingsmaður