Karolina í leiðarastarv á Fossanesi

Hon hevur arbeitt sum námsfrøðingur í Fjallafípuni í Klaksvík seinastu árini.

 

Karolina Ejlersdóttir Sørensen er sett sum leiðari í frítíðarskúlanum á Fossánesi.

 

Frítíðarskúlin er fyri børn úr 1.-3. flokki, og Karolina byrjar í starvinum hin 15. juli.

 

Nýggi leiðarin er útbúgvin námsfrøðingur og hevur arbeitt sum námsfrøðingur í Fjallafípuni í Klaksvík seinastu árini.

 

Nú skal Karolina Ejlersdóttir Sørensen so leiða frítíðarskúlan hjá Hvannasunds kommunu á Fossanesi.