KÍ eigur ársins venjarar

Kvinnur: Kristoffer Kvistgaard og Magne Hoseth eru kosnir at vera ársins venjarar

KÍ vann FM í bæði kappingini millum menn og kvinnur, og KÍ eigur ársins venjarar. Tað er greitt, nú tað er fótbóltsgalla.

 

Kristoffer Kvistgaard hevur verið venjari hjá KÍ kvinnunum, og tað verður hann eisini í 2024.

 

-Eg havi verið fegin um avrikini og gongdina í ár, tá ið sæð verður burtur frá steypafinaluni, segði Kristoffer Kvistgaard.

 

Magne Hoseth er ikki staddur á staðnum, tá ið heiðrarnir vóru handaðir. Í hansara stað tók KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen ímóti heiðrinum.

 

-Tað vóru stórir skógvar, sum Magne Hoseth fór í, tí Mikkjal Thomassen var góður í Klaksvík. Fyrsta málið var at vinna FM, og tað eydnaðist. Næsta málið var at vinna okkum í europeiskt bólkaspæl, og tað eydnaðist eisini. Næsta ár miðja vit eftir at vinna FM, og vónandi fer tað at eydnast okkum eisini at vinna okkum í bólkaspæl – kanska Europa League ella Champions League, sigur Jákup B. Andreasen.