KÍ er stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna á Eiði

Her eru oddsini hjá níggju altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin millum EB/Streym og KÍ, ið verður leiktur á Eiði i annaðkvøld klokkan 18

Savnsmynd

Klokkan 18 í annaðkvøld sleppa vit av við tað seinasta hangipartíið í Betrideildini hjá monnum. Tá spæla EB/Streymur og KÍ í Hólmanum á Eiði útsetta dystin frá 17. umfarinum.

 

Við sigri kann KÍ leggja seg níggju stig framum B36, og harvið hava møguleikan at tryggja sær meistaraheitið á heimavølli sunnudagin tá ÍF kemur á vitjan. 

 

Níggju altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og tær hava allar KÍ sum ein stóran favoritt til at vinna dystin. 

 

KÍ er so stórur favorittur, at fýra veddingarfyritøkur hava strikað oddsini upp á dystin. 

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til EB/Streym eru 9,97.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru 1,20.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 6,15.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

 

 

Savnsmynd