KÍ fekk fullan pott móti TB hetta kappingarárið

KÍ skoraði 13 mál móti TB í Betrideildini í 2023

KÍ vann tveir stórsigrar og ein tepran sigur á TB hetta kappingarárið.

 

Í tí fyrsta dystinum hetta kappingarárið og dystinum ígjár vann KÍ stórsigur. Tó beit TB væl frá sær í fyrra hálvleiki í dystinum ígjár. TB beit eisini væl frá sær í seinna dystinum í Klaksvík, har teir taptu bert við einum máli.

 

Samlaða úrtøkan fyri teir tríggjar innanhýsis dystirnar gjørdist sostatt tey væntaðu níggju stigini til KÍ.

 

Málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er 13-2 til KÍ.

 

KÍ-TB 7-1 (3-0) - 5. mars

 

KÍ-TB 1-0 (1-0) - 10. juni

 

TB-KÍ 1-5 (1-1) - 24. september

 

Kelda: FaroeSoccer