Mynd: Jiangsu Lianshen Marine Technology

Kinesarar hava bygt eitt risastórt aliskip til laks

Skipið, sum eisini hevur verksmiðju, skal kunna ala 8000 tons av laksi um árið

Mynd: Jiangsu Lianshen Marine Technology

Su Hai No. 1 kallast aliskipið, sum kinesarar hava bygt og sum verður klárt at fara undir aling í heyst.

 

Norska heimasíðan - www.ilaks.no - skrivar um risastóra skipið, sum er 249,8 metrar langt og 45 metrar breitt.

 

Umborð í Su Hai No. 1 eru 15 afturlatin alirúm við einari samlaðari nøgd av sjógvi á 83.000 rúmmetrar. Skipið skal kunna ala upp í 8000 tons av laksi um árið, og skipið hevur eisini verksmiðju.

 

Aliskipið kann verða burtur í einar 90 dagar í senn, og pláss er fyri 50 arbeiðsfólkum umborð. Skipið kann sigla, meðan alingin fer fram, og soleiðis nýtist skipinum ikki at hava nakra fasta støð á havinum.

 

Almenna tíðindastovan Xinhua skrivar um Su Hai No. 1, og tað er www.ilaks.no sum endurgevur. Skipið varð latið eigarunum hin 26. juni í Nansha í kinesiska Guangdong-landslutinum har suðuri í landinum.

 

Tað er joint-venture felagið, Jiangsu Lianshen Marine Technology, sum rekur aliskipið, sum sambært tíðindastovuni Xinhua er eitt stórt stig á leiðini hjá Kina fram móti nútímans aling.

 

Su Hai No. 1 varð sjósett av skipasmiðjuni, Guangzhou Huangpu Wenchong, nærindis Shanghai í apríl og hevur seinni verið royndartúrar í Suðurkinesiska Havinum.

 

- Fleiri enn 80 prosent av laksinum, sum verður etin í Kina, verður innfluttur, og við nýggja aliskipinum meta kinesarar, at hetta er eitt stig á leiðini at gerast meira sjálvbjargin við laksi, skrivar www.ilaks.no

 

 

 

Mynd: Jiangsu Lianshen Marine Technology