Conference League: Verður NSÍ fyrsta føroyska liðið sum vinnur á HJK?

Hetta er fimtu ferð HJK Helsinki vitjar í Føroyum

Í kvøld klokkan 19.45 spælir NSÍ fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League móti søguríka finska liðnum, HJK Helsinki. 

 

Í Runavík vóna tey, at mong møta upp á vøllinum við Djúpumýrar í Klaksvík fyri at stuðla NSÍ. Eisini fólk, ið vanliga stuðla øðrum liðum í landskappingini. 

 

HJK hevur sera nógvar evropeiskar royndir, og á fýra sinnum hevur HJK sent føroysk lið úr kappingini. Í fjør vann HJK samlaðan 4-3 sigur á KÍ í Play Off umfarinum til at røkka bólkaspælinum í Conference League. Tó megnaði KÍ javnleik 2-2 á heimavølli. 

 

Í 2018 sendi HJK Víking við einum samlaðum 5-2 sigri, og í 2019 sendi HJK HB úr Champions League undankappingini, eisini við einum samlaðum 5-2 sigri. HB megnaði tó javnleik 2-2 á heimavølli. Í 1994 vann HJK ein samlaðan 7-0 stórsigur á B71 í gomlu Europa Cup kappingini fyri steypavinnarar. 

 

Í átta dystum móti føroyskum liðum í evropeiskum kappingum hevur HJK vunnið seks dystir, og hevur leikt tveir javnar. 

 

Tí verður spennandi at síggja um NSÍ kann skriva søgu við at gerast fyrsta føroyska liðið, ið vinnur á HJK. 

 

HJK er í løtuni fjórðfremst í bestu finsku fótbóltsdeildini við 26 stigum fyri 15 dystir. Teir hava fýra stig upp til fremstu liðini, KuPs og Inter Turku, ið hava 30 stig hvør. 

 

HJK hevur vunnið finska meistaraheitið 33 ferðir, og steypakappingina 14 ferðir. 

 

Keldur: FaroeSoccer og Wikipedia.