Tíðindaskriv:
Polar Princess er heimahoyrandi í Nuuk, og tað er Polar Seafood í Grønlandi, sum eigur skipið. Stutt um skipið kann sigast, at tað er bygt á Orskov Yard í Fredrikshavn í Danmark í 2000, og tað er 87 metrar langt, 15 metrar breitt og hevur eina bruttotonasju á 3.787 tons.
Polar Princess kom inn á Kollafjørð frá fiskiskapi fríggjamorgunin 19. juli, og síðani skuldi berast skjótt at við umvælingini. Svingkransurin og svinggearini skuldu skiftast á dekskrananum, og tí var neyðugt at lyfta tons 12 tons tunga dekskranan av pedistalinum ímeðan arbeiðið varð gjørt. Hetta varð gjørt við tveimum stórum Palfinger kranum. Ein triðji Palfinger krani varð brúktur til at lyfta svingkransin og aðra útgerð umborð. Umframt hetta var vóru allir ventilar á dekskrananum skiftir og annað viðlíkahald eisini framt umborð á skipinum.
##med2##
##med3##
Eftirlitsmaðurin hjá Polar Seafood, sigur, at »arbeiðið gekk sera væl, og vit eru sera væl nøgdir við tænastuna frá KJ. Tað tók áleið 10 tímar at umvæla dekskranan, og skipið loysti av Kollafirði áleið k. 19:00 fríggjakvøldið.«
KJ hevur eitt álítandi toymi av dugnaligum mekanikarum, ið eru klárir alt samdøgrið, veri tað seg viðlíkahald ella umvæling av mekaniskari ella hydrauliskari útgerð ella skipanum. Felagið hevur eisini eitt toymi av góðkendum sýnsfólkum, ið kunnu sýna bæði bjargingarbátar, davidar og kranar.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##