Kjartan vann á Satchwell og Sonna

Bækkelaget vann stórsigur á Viking TIF. Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand vóru fyri stórtapi á heimavølli

Uppgerð var millum tveir føroyskar landsliðsleikarar í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag. 

 

Liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Nicholas Satchwell, Viking TIF sum hevur Sonna Larsen sum høvuðsvenjara tók ímóti Kjartani Johansen og liðfeløgunum í Bækkelaget.

 

Bækkelaget vann stórsigur 40-29. Í steðginum var Bækkelaget á odda 18-15.

 

Kjartan skoraði fýra mál og legði upp til fýra mál hjá Bækkelaget. 

 

Nicholas hevði eitt bjargingarprosent upp á 23 prosent í málinum hjá Viking TIF. Kappingarneytin, Christian Morillo Lyngbø hevði eitt bjargingarprosent upp á 17 prosent.

 

Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand vóru á heimavølli fyri stórtapi 25-35 í grannauppgerðini móti Arendal. Og tað er eitt tap sum svíður hjá teimum lokalu.

 

Í steðginum var Arendal á odda 18-11. Helgi skoraði eitt mál.

 

Bækkelaget er nummar níggju í deildini við trimum stigum. Kristiansand er næstaftast við tveimum stigum. Aftast er Viking TIF við einum stigi.