Í dag vitja fýra evropeiskir ríkisleiðarar í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.
Leiðararnir eru nýggi týski kanslarin, Friedrich Merz, franski forsetin, Emmanuel Macron og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer.
Teir eru komnir í toki úr Póllandi í morgun, og seinni skulu teir eisini hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
Sagt verður, at pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, eisini er við á ferðini til Ukraina.
- Saman við USA heita vit á Russland um at góðtaka eina treytaleysa vápnahvíldaravtalu í 30 dagar.
Teir fýra ríkisleiðararnir siga, at hesir 30 dagarnir skulu skapa møguleikar fyri samrøðum um varandi og rættvísan frið millum Russland og Ukraina.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi úr Ukraina í morgun.