Klaksvíkingur svaraði aftur

10-mannafør: Í góðveðrinum á Skálafjørðinum var munurin millum grannarnar í Norðoyggjum størri, enn hann hevur verið

Fyri einari viku síðani vann Norðingur á varmakeldustevnu í Fuglafirði. Hann javnaði til 2 – 2 í sigrum, og tá varð sagt, at nú var tað Norðingum, sum var favorittur at vinna FM heitið. Hann hevði momentum, sum tað plagar at vera tikið til.

 

Í dag var reklaman fyri kappróður so sera góð og stór, tá ið 10-mannaførinum kappaðust á Skálafjørðinum, sum í sólskyninum lá sum ein sveiti.

 

Klaksvíkingur vann, og sigurin var trivaligari, enn tann hjá Norðingi var fyri einari viku síðani. Klaksvíkingar eru eitt stig undan Norðingi í FM kappingini. Tað vil siga, at nú er trýstið á Norðingi at vinna, tá ið tað nú leygardagin verður kappróður á vestanstevnu.

 

Undanfarnu ferðirnar hevur tað kostað hjá Klaksvíkingi, at starturin hevur verið lakari, enn hann hevur verið hjá Norðingi. Í dag leyp Klaksvíkingur avstað. Hann vann skjótt ein skut, sum so varð til eina hálva bátslongd og meiri enn tað. Hóast Norðingur royndi at bjóða av, so var fjarstøðan so mikið stór, at tað eydnaðist ikki at taka Klaksvíking aftur. Vestmenningur endaði á triðja plássi.

 

 

 

##med2##