Birkblog:
Leygarkvøldið bjóðaðu Karin Visth og Sebastian Jiménez til ferhenta fest, four hands dinner, við italska kokkinum Riccardo Gaspari í avmálda køkinum í Ræst.
Vit fingu høvuðsborðið við útsýni til køkin, sum altíð hugtekur meg, ikki bara fyri teir meir enn tríhundrað ára gomlu niðurlendsku veggjaflísarnar um kakkulovnin, tí neyvan er nakað so perfekt og nágreiniligt at síggja, sum ein gjølliga hugsavnaðan kokk við pinsett. Tá er gastronomiski tindurin náddur. Og undir alpinu gourmetfjøllunum hevur tú nakað gott í væntu.
Les meira um gastronomisku upplivingina við meksikanska og italska kokkinum heima í Ræst í Havn við at trýsta her
##med2##