- Umframt at kappróður er tjóðarítrótt, eiga flottu føroysku altjóða úrslitini, bæði í inni- og útiróðri, sín lut í orsøkini til, at Mærsk-grunnurin ynskti at stuðla okkum, sigur Bergur Robert Dam Jensen.

Brævið kom jólaaftansmorgun í 2021

Jólaaftansmorgun í 2021 fingu kollfirðingar bræv frá Mærsk-grunninum um, at tey vildu stuðla verkætlanini at dagføra kappróðrarneystið í Kollafirði. Tað var ikki av tilvild, at grunnurin júst valdi at stuðla KÍF-kappróðri.

 

- Umframt at kappróður er tjóðarítrótt, eiga flottu føroysku altjóða úrslitini, bæði í inni- og útiróðri, sín lut í orsøkini til, at Mærsk-grunnurin ynskti at stuðla okkum, sigur Bergur Robert Dam Jensen.

KÍF er felag við trimum ítróttargreinum, hondbólti, flogbólti og kappróðri, sum allar eru umboðaðar í nevndum undir einari starvsnevnd hjá felagnum. Formaður í KÍF-kappróðri er Bergur Robert Dam Jensen. Sjálvur er hann royndur rógvari, bæði inniróðri og úti. 

 

Hann hevur verið formaður síðan 2018. Bergur er kendur fyri, at tað skal henda nakað, har sum hann er, og tað skal helst ganga nokso skjótt. Soleiðis hevur eisini verið í KÍF-kappróðri, sum nú hevur eitt fantastiskt kappróðrarneyst – helst eitt tað besta í Føroyum. 

 

KÍF-kappróður eigur tvey 5-mannafør, Kollur og Kjósin, 6-mannafarið Kollfirðing og 10-mannafarið Kjøl, ið er fyrsti kappróðrarbátur, sum Sámal Hansen smíðaði í 1996.   

 

- Kjølur hevur verið á fleiri hondum, men vit í KÍF-kappróðri eru fegin um, at báturin endiliga er komin heimaftur, sigur Bergur Robert Dam Jensen. Gongur tað, sum hann ætlar, verður Kjølur mannaður til FM-róðurin næsta ár.

 

Formaðurin fegnast um góðu úrslitini í FM-róðrinum í fjør, har Kollur í barnaróðrinum endaði á einum samanløgdum triðja plássi, har serliga seinna hálva av róðrarárinum royndist væl.  

 

Stóra yvirskriftin í kappróðrarárinum í fjør var Kjósin úr Kollafirði, sum við gentum 14-16 ár vann FM, og er hetta fyrsta FM-heitið í 27 ár hjá kollfirðingum í kappróðri. 

 

Tað hevur eydnast KÍF-kappróðri at fáa eitt fantastiskt róðrarneyst við nútímans umstøðum, venjingarhølum, rógvimaskinum og øllum viðkomandi amboðum til innanduravenjing.   

 

- Neystið hjá okkum bleiv bygt fyri 40 árum síðan, og tíverri komu vit ongantíð longri enn tað. So, nú er neystið endiliga innrættað og dagført úr enda í annan. Vit søktu um stuðul til dagføring víða um, bæði heima og úti, men tað tók langa tíð, áðrenn hetta gav nakað úrslit.

 

Men, so jólaaftansmorgun í 2021 fingu kollfirðingar bræv frá Mærsk-grunninum um, at tey vildu stuðla verkætlanini.

 

Bergur Robert Dam Jensen vísir á, at tey í Kollafirði hava glæsilig úrslit at vísa á – ikki minst í inniróðri.

- Umframt at kappróður er føroysk tjóðarítrótt, eiga flottu føroysku altjóða úrslitini, bæði í inni- og útiróðri, sín lut í orsøkini til, at Mærsk-grunnurin ynskti at stuðla – í vónini um, at vit við røttu umstøðunum kunna menna føroyskan kappróður og støðið innan altjóða luttøku í inniróðri enn meira. 

 

Hann vísir á, at kendi rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, byrjaði sína róðrarkarrieru í Kollafirði sum 14 ára gamal umborð á Kolli. 

- Umframt, at vit eru trímenningar og vinmenn, hava vit eisini róð saman. Alt hetta eigur sín lut í, at Mærsk-grunnurin valdi okkum sikkurt fram um eitt ótal av øðrum umsóknum.

Formaðurin í KÍF-kappróðri ásannar, at stuðulin hjá Mærsk-grunninum gav verkætlanini í Kollafirði tað, sum skuldi til fyri, at hon kundi gerast verurleiki. 

 

- Uttan Mærsk-grunnin stóðu vit ikki her í dag, sigur hann. 

Hann sigur, at KÍF-kappróður nú hevur fingið eitt fantastiskt kappróðrarneyst, ið sær út sum spildurnýtt við øllum hugsandi hentleikum. Í neystinum er pláss fyri fýra kappróðrarbátum, og soleiðis er eisini pláss fyri 10-mannafarinum, Kjølur.   

 

Síðan Mærsk-grunnurin gav sína tilsøgn, hava fleiri aðrir víst verkætlanini áhuga og hava sagt seg sinnaðar at verða við.

- Áður høvdu vit eitt kappróðrarneyst við ongum hita, brúsum, skiftirúmum, wc og venjingarútgerð. Nú er alt komið, og alt er spildurnýtt. Enntá er ein nýggjur køkur ávegis.

Hann leggur aftrat, at dagførda kappróðrarneystið og venjingarmiðstøðin verður hitað við einari grønari luft-til-vatn-skipan.

- Vit fegnast eisini um, at Tórshavnar kommuna hevur játtað at dagføra bátadráttin og tryggjað økið rundan um, soleiðis sum gjørt er í Álakeri í Havn, leggur Bergur Robert Dam Jensen aftrat.

 

 

- Umframt at kappróður er tjóðarítrótt, eiga flottu føroysku altjóða úrslitini, bæði í inni- og útiróðri, sín lut í orsøkini til, at Mærsk-grunnurin ynskti at stuðla okkum, sigur Bergur Robert Dam Jensen.