Tað vóru fólk, sum vóru komin til ilnar inni í einum húsum í Havn. Tað endaði við, at tveir rútar brotnaðu.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tá løgreglan kom á staðið, vóru bæði fólkini har, sum høvdu framt herverið, og tað, sum tey høvdu brotið rútarnar við, lá í túninum uttan fyri húsini. Tað vil siga, at tey høvdu brotið rútarnar innanifrá.
Tey vórðu skuldsett fyri at hava brotið ein rút í part.
Klokkan 14 seinnapartin í gjár varð ein bilførari tiikin í Skopun og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Ein fráboðan kom til løgregluna í gjár um ein persón, sum var sera ólátaður í SMS.
Hann var sera harðmæltur og skeldaði og leikaði í. Tað endaði við, at hann fekk bót fyri at óhøviskan atburð, brot á skilhaldsreglarnar, sum kostar 1.500 krónur.