Føroyskt farmaskip bar við land í Noregi

Sambært Redningsselskapet í Noregi hevur Idar Ulstein sleipað føroyskt farmaskip í havn í Mjølstraneset

 

Fyri minni enn einum tíma síðan visti norska Redningsselskapet at siga, at eitt føroyskt farmaskip við sjey fólkum umborð hevur siglt á land við Eggesbøneset í Noregi.

 

- Skipið misti róðrið, sjógvur kom í ballasttangarnar, og skipið hevur fingið lítla slagsíðu, sigur Redningsselskapet á sínum Facebook-vanga.

 

Lagt verður aftrat, at eitt annað skip var á leiðini, til bjargingarskipið, Idar Ulstein, kom.

 

Sambært Redningsselskapet hevur Idar Ulstein sleipað føroyska farmaskipið í havn í Mjølstraneset í samstarvi við Nor VTS, (Vessel Traffic Service).

 

##med2##

 

At síggja til, er talan um farmaskipið, Hav Nordic hjá Navigare Shipping, sum bar við land í morgun