– Eg havi í gjár boðað landsstýriskvinnuni frá, at eg sigi meg úr starvi, sigur Edvard Heen.
Spurdur, um tað eru serliga orsøkir til tess sigur, hann, at tað eru tað.
– Tí eg verði pensjónistur, sigur hann.
Edvard Heen hevur sagt seg úr stravinum til endan á august mánaði, so til ta tíð fer Almanna- og mentamálaráðið helst at finna nýggjan stjóra.
Edvard Heen tók við starvinum sum stjóri í Almannavekrinum 1. juni í 2014.
Hann er føddur og uppvaksin í Oslo, og hevði tá í tveimum umførum búð í Føroyum í sløk 14 ár. Kona Edvard Heen er føroysk.
Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur (Cand. Merc.) og drúgar leiðsluroyndir, áðrenn hann tók við sum stjóri í Almannaverkinum, millum annað úr úr tryggingar- og fíggjarheiminum, umframt frá KT-økinum.
Hann hevði m.a. verið stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, stjóri í Bankenes Betalings Sentral í Noregi og fyritaksstjóri í Føroya Banka.
Hann hevði eisini royndir sum konsulentur innan strategi og broytingarleiðslu á ymiskum vinnuøkjum.