Kongur: Eg misti hjartað til Grønland

Fríðrikur kongur sigur, at ferðir í Grønlandi fyrireikaðu hann til at verða kongur

(Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

Í hesum døgum eru Fríðrikur X kongur og Mary drotning á almennari vitjan í Grønlandi.

 

Í gjárkvøldið var almennur galladøgurði hjá grønlendska landsstýrinum, og har helt kongur røðu. Fríðrikur segði, at Grønland hevði eitt heilt serligt pláss í hjarta hansara, og at ferðir í Grønlandi fyrireikaðu hann til uppgávuna sum kongur.

 

– Eg havi fyrireikað meg til at verða kongur stóran part av lívinum. Ein partur av fyrireikingini var á fjørðinum uttan fyri Nuuk, og annar partur var á hundasletu í Norðurgrønlandi. Ein partur av fyrireikingini var, tá ið eg mista hjartað til Grønland og grønlendingar, segði kongur í røðuni.

 

Vitjanin hjá Fríðrikki kongi og Mary drotning í Grønlandi er fyrsta almenna vitjanin hjá teimum har, men Fríðrikur hevur ofta vitjað í Grønlandi – eitt skifti í 2000 var hann partur av sonevndu Siriuspatruljuni.

 

Vitjanin hjá donsku kongshjúnunum í Grønlandi endar leygardagin.

 

Ætlanin var, at Fríðrikur og Mary eisini skuldu havt vitjað í Føroyum í summar, men vitjanin varð avlýst orsakað av verkfallinum hjá arbeiðsfeløgunum. Vitjanin verður ístaðin næsta summar.

 

 

 

(Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)