Útvísing og sjálvmál feldu Fredrikstad

Longu í 19. minutti fekk Fredrikstad leikara útvístan í dysti í Kristiansund

Í kvøld leikti Fredrikstad, ið hevur Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara dyst í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Fredrikstad leikti á útivølli móti Kristiansund, ið er felagið hjá blaðunga Aron Benjaminsen.

 

Kristiansund vann dystin 3-1.

 

Tað var annars Fredrikstad, ið fekk eina dreymabyrjan, tá Morten Bjørlo legði Fredrikstad á odda við einum brotssparki.

 

Bert fimm minuttir gingu, so hevði heimaliðið javnað til 1-1. Og bert fimm minuttir eftir tað var Morten Bjørlo vístur av vøllinum, so Fredrikstad hevði bert 10 leikarar á vøllinum í meir enn 70 minuttir.

 

Ilt bleiv verri. Fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat legði Kristiansund seg á odda 2-1.

 

Í 57. minutti sendi Mikkjal áleyparin, Mai Traore á vøllin. Tað gingu bert tveir minuttir, so hevði Mai Traore gjørt sjálvmál. So liðið hjá Mikkjali hevði ikki marginalarnar við sær í kvøld.

 

Brandur Hendriksson kom á vøllin fyri Fredrikstad í 79. minutti. 16 ára gamli Aron Benjaminsen var ikki í hópinum hjá Kristiansund. Jóannes Bjartalíð er framvegis uttanfyri við skaða.

 

Fredrikstad hevur bert fingið tvey stig seinastu tveir dystirnar, og tað byrjar at síggjast á stigatalvuni.

 

Fredrikstad er aftaná 13 dystir á einum fimta plássi við 22 stigum. 11 stig eru upp til oddaliðið, Bodø/Glimt sum hevur 33 stig.

 

Komandi leygardag klokkan 16 tekur Fredrikstad móti Molde á heimavølli. 

 

Molde er triðfremst í deildini við 27 stigum, so Fredrikstad kann við sigri nærkast evropeisku plássunum aftur. Topp 4 og steypavinnarin sleppa út í Evropa.