Koppseting fyri koronu: Eingi óvanlig hjáárin

Nú eru tilsamans 14.610 sproytur givnar í Føroyum og higartil hevur tað gingið sum ætlað

Higartil hevur tað gingið sum ætlað, og enn hevur eingin havt nakrar álvarslig hjáárin. Tað sigur Tummas í Garði, sum er limur í koppsetingarbólkinum.    

Higartil hava 9.552 fólk fingið fyrru sproytuna og sostatt hava 18 prosent av fólkinum fingið fyrru sproytuna. Harafturat, hava 5.058 fólk, ella 9,5 prosent av fólkinum, eisini fingið seinnu sproytuna og tilsamans eru sostatt 14.610 fólk sproytað.

Nógv hevur verið tosað um hjáárin av koppsetingini, men Tummas í Garði sigur, at í føroyum hava eingir tilburðir verið av álvarsligum hjáárinum. Tað, vit hava ansað mest eftir, eru allergiskar reaktiónir, men tað hevur ikki nakað av týdningi av tí og tað er ikki nakað, sum hevur elvt til stúran av nøkrum slagi, sigur hann.

Tey flestu føla lítið og einki til koppsetingina, men annars hava fólk bara merkt eitt sindur til tey hjáárinini, vit høvdu væntað, sigur hann. Tað merkir, at summi hava verið eitt sindur troytt og eitt sindur eym, har tey eru koppsett, og onkur hevur hvar sjúkutekin, sum kunnu minna um ein ferðil av influensu í nakrar dagar, men tað gongur skjótt yvir.

Tummas í Garði sigur, at tað vóru summi sum væntaðu, at tað fór at verða neyðugt at sjúkramelda fólk tann fyrsta dagin eftir at tey hava verið koppsett, men heldur ikki taðt hava tey sæð nakað serligt til. ikki sett nógv til tað.

Fyri at siga tað heilt stutt, kunnu vit siga, at tað hevur gingið akkurát, sum vit høvdu væntað, sigur hann.