Koppseting: Tey hava lært av mistøkunum

Stjórin á Landssjúkrahúsinum veitir vissu fyri, at nú skal kunngerðin haldast, og eingin verður tikin fram um

– Vit hava lært av royndum og kunnu veita vissu fyri, at vit bert koppseta fólk, sum heimild er fyri í kunngerðini um koppseting fyri koronu.

Tað sigur Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, í eini frágreiðing til Kaj Leo Holm Johnnesen, landsstýrismann í heilsumálum. Landsstýrismaðurin hevur biðið um frágreiðingina eftir umrøðuni í KvF um, at kunngerðin um koppseting fyri koronu verður ikki hildin, og at tað er hent fleiri ferðir, at fólk eru tikin fram um í røðini, og eru koppsett, hóast tað ikki var teirra tørn enn, samstundis sum at fólk, sum eru illa sjúk, og ikki tola at fáa koronu, sita eftir.

Frágreiðingin frá stjóranum á Landssjúkrahúsinum, er hendan:

Formaðurin í koppsetingarbólkinum, Lars Fodgaard Møller, landslækni, fekk hin 22. desember 2020 teldupost frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum við fyrispurningi, um føroyska sendikvinnan í London og makin kundu verða koppsett, áðrenn tey fluttu til London síðst í januar.

Hin 20. januar 2021 rykkir stjórnarráðið eftir svari, og formaðurin í koppsetingarbólkinum svarar sama dag, at hann metir góðar orsøkir eru til, at sendikvinnan og maki verða koppsett. Landslæknin sendir svarið víðari til Tummas í Garði, varastjóra í Sjúkrahúsverkinum, sum hevur ábyrgd av at útinna koppsetingarætlanina, at fáa tað avgreitt. Tann 27. januar verða sendikvinnan í London og maki koppsett á Landssjúkrahúsinum.

Hin 17. februar 2021 kemur nýggjur fyrispurningur frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum til formannin í koppsetingarbólkinum. Hesaferð snýr fyrispurningurin seg um møguleiki er fyri, at føroyski sendimaðurin í Kina og makin kunnu verða koppsett, áðrenn tey fara avstað.

Formaðurin í koppsetingarbólkinum, Lars Fodgaard Møller, landslæknin hevur hin 1. mars svarað, at hann metir tað vera rætt, at hesi verða koppsett.

Svarið er samstundis sent víðari til Tummas í Garði, varastjóra. Sjúkrahúsverkið hevur ikki viðgjørt málið enn, men svarið verður sannlíkt, at sendimaðurin við maka ikki verða koppsett, tí heimild er ikki fyri at koppseta tey í løtuni.

Koppsettu persónarnir í Smyril Line

Í gjárkvøldið bar Dagur og vika tíðindini um, at persónar frá Smyrli Line eru millum tey koppsettu í Føroyum. Hesir persónar eru koppsettir hin 15. januar, tá ið Sjúkrahúsverkið framvegis hevði avbjóðingar við at handfara skamtirnar, sum lupu av við dagslok, tá koppsett varð.

Ein av orsøkunum var, at vit enn ikki høvdu fingið til vega fullfíggjað yvirlit yvir tey, ið Sjúkrahúsverkið skuldi koppseta. Hetta kom í rættlað stutt eftir, tá ið vit m.a. fingu yvirlit yvir starvsfólk í eldraøkjunum, í Almannaverkinum og yvir sjúklingar í serligum vandabólkum.

Vit hava í frágreiðing hin 2. februar greitt frá, at Sjúkrahúsverkið metir, at hetta tíðarskeiðið eru eini 20 fólk koppsett, uttan at tey hava sjúklingasamband. Persónarnir í Smyril Line eru ímillum hesi umleið 20.

Fríggjakvøldið hin 15. januar var trýstið eyka stórt, tí koppingarevnið kundi ikki goymast longur í kuldaskápinum á Landsskjúkrahúsinum, og varð tað ikki brúkt hetta kvøldið, fór tað fyri skeyti. Nógv koppingarevni leyp av, tí fleiri avboð vóru enn vanligt, og tí vórðu fólk boðsend í skundi at verða koppsett, so einki koppingarevni fór til spillis.

Vit harmast um hesi mistøk.

Sum Sjúkrahúsverkið eisini greiddi frá í skrivinum hin 2. februar 2021, so hava vit lært av royndum, og kunnu veita vissu fyri, at vit bert koppseta fólk sum heimild er fyri í kunngerðini um koppseting fyri koronu.