Korona: Allar veitslur eiga at verða útsettar

Ætla tit at halda føðingardag ella brúdleyp, er tað best at útseta tað, heldur Pál Weihe, korona-ráðgevari

Hesar næstu dagarnar eiga vit at avmarka sambandið, vit hava við onnur. Tað sigur Pál Weihe, ráðgevari hjá landsstýrinum í koronu, nú tað er staðfest, at tveir føroyingar eru smittaðir við korona. Harumframt er eisini staðfest, at ein dani, sum hevur verið í Føroyum seinastu dagarnar, eisini er smittaður

Tey hava verið á ólavsøku, og tað ger arbeiðið at finna tey, sum hesi smittaðu fólkini hava havt samband við, sera torført.

Fyrr í dag segði Pál Weihe við okkum, at hann er stúrin um gongdina, og hann sigur, at nú er stundin aftur komin til at vera serliga varin. Eitt nú heldur hann, at hesa næstu tíðina eiga vit at avmarka sambandið, vit hava við onnur.

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/korona-hetta-var-tad-sum-ikki-skuldi-henda/Les eisini: Hetta var tað sum ikki skuldi henda

– Hetta er ikki rætta tíðin at halda tær stóru veitslurnar, hvørki føðingardagar, brúdleyp, ella aðrar veitslur, sigur hann.

Tískil mælir hann til, at vit útseta tær veitslur, sum eru í umbúna til eina aðru ferð, tá ið vandin er hæsaður av.

Vit skulu bera okkum at sum um, at smittuvandin er allastaðni, og avleiðingin av tí er, at sosiala samveran við onnur eigur at verða avmarkað hesa næstu tíðina,

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/nu-eiga-vit-at-bruka-masku-i-avisum-foerum/Les eisini: Nù eiga vit at brúka masku í ávísum førum

– Tað er eitt sindur óunniligt, men tað eru treytirnar, vit hava at liva og virka undir í hesum døgum, sigur hann.

Hann sigur, at hetta merkir eisini, at tey, sum koma til Føroya í hesum døgum, eiga ikki fara til fólk, sum eru soleiðis fyri, at tey ikki tola at fáa koronu, fyrr enn nakrir dagar eru farnir.

– Tað er bara ein vika síðani á ólavsøku, so tað verður ikki fyrr enn í næstu viku, at vit fáa greiði á, hvussu tað hilnaðist, sigur Pál Weihe. Og tað einasta, vit kunnu gera til tá, er at vit ansa serliga væl eftir, og tí eiga vit at avmarka sosialu samveruna, leggur hann afturat.