Korona: Fólk sleppa ikki til kanningar

Fólk eru ørkymlað, tí tað er long bíðitíð at sleppa til koronu-kanningar

Korona er eksploderað kring landið, og hesar seinastu dagarnar eru eini 400 fólk smittað um dagin, men í áðni segði landslæknin, at tað vóru heili 700 tilburðir í gjár. Enn er endaliga talið ikki greitt, men Landslæknin sigur, at tað liggur har um.

 

Tað merkir, at tað eru eisini rættiliga nógv fólk, sum eiga at fara til kanningar. Men trupulleikin er, at tað er lættari sagt enn gjørt. Fólk hava verið í samband við okkum, tí tey eru ørkymlað av, at tað er so ringt at fáa tíð til kanningar og tað halda tey ikki vera nøktandi.

 

Summastaðni eru ongar tíðir yvirhøvur og í størsta kanningarstaðnum í landinum, á gamla studentaskúlanum í Hoydølum, er bíðitíðin tveir dagar og í Klaksvík eru ongar tíðir yvirhøvur. Men á teimum smærru kanningarstøðunum eru framvegis tíðir eftir. Í Nólsoy eru tíðir eftir í kvøld og í Suðuroy eru fleiri tíðir eftir í morgin og tað eru tað eisini í Miðvági eru tíðir í morgin.

 

Sum heild stendur nógv á kanningarstøðunum og tað stendur eisini nógv á hjá teimum, sum skulu greina kanningarnar. Men bæði á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og á Thetis, siga tey, at tey høvdu klárað at greina fleiri kanningar enn tey gera nú, serliga um so er, at fleiri starvsfólk verða sett av til endamálið.

 

Vit vænta eina viðmerking frá sjúkrahúsverkinum seinni.