Korona-kreppan hevur rakt sjúklingar hart

Nú eru tøl sett á, hvussu har, korona-kreppan hevur havt rakt allar sjúklingarnar, sum hava brúk fyri kanningum og viðgerð fyri allar aðrar sjúkur

Korona kreppan hevur havt stórar avleiðingar fyri teir sjúklingar, sum hava havt brúk fyri sjúkrahúsverkinum fyri aðrar sjúkur enn korona. Tað er greitt, nú tøl eru sett á, hvussu nógv, virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum er minkað.

Mitt í mars vórðu munandi tiltøk sett í verk fyri at minka um smittuvandan og avleiðingin av tí var, at ein stórur partur av viðgerðum og kanningum, sum kundu útsetast, vórðu útsettar.

– Koronasmittan hevði eisini við sær, at fólk ikki hættaðu sær at fara á sjúkrahús og viðhvørt bóru tey seg eisini undan at koma til viðtalur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Sirið Stenberg, tingkvinan fyri Tjóðveldi hevur biðið hann greiða frá, hvussu korona hevur ávirkað sjúkrahúsverki og teir sjúklingar, sum hava tørv á kanningum og viðgerðum fyri aðrar sjúkur enn korona.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at verður frá mitt í mars til nú í mai í ár, samanborin við sama tíðarskeið í fjør, er hava einar 6.000 kanningar og viðgerðir verið færri í ár enn tað vóru í fjør.

– Hetta merkir kortini ikki, at tað eru 6000 sjúklingar, sum eru ávirkaðir, tí sjúklingar ganga ofta aftur í fleiri kanningum og viðgerðum, sigur hann.

Og samstundis leggur hann dent á, at allir sjúklingar, sum høvdu tørv á bráðneyðugari viðgerð hava altíð fingið ta neyðugu viðgerðina.

 Annars sigur landsstýrismaðurin, at hesa tíðina við korona, er ambulanta virksemið minkað ímillum 35 og 40 prosent á teimum trimum sjúkrahúsunum aftur ímóti tí tað var í sama tíðarskeiði í fjør.

 –Yvirhøvur kann sigast, at koronasmittan serliga ávirkaði talið á teimum ætlaðu skurðviðgerðunum, tí tær minkaðu ímillum 35 og 60 prosent og samstundis minkaðu virksemið á fysioterapi og ergoterapi ímillum 60 og 80 prosent.

Ambulanta virksemið á medisinska økinum minkaði ikki líka nógv, tí tað minkaði ímillum 10 og 35 prosent á teimum trimum sjúkrahúsunum og ein orsøk til tað var, at fleiri viðtalur vórðu við telefon ístaðin.

– Sama mynstur ger seg galdandi í psykiatriini, har ambulanta virksemið var átta prosent minni í korona kreppuni enn tað var í sama tíðarskeiði í fjør. Í psykiatriini minkaði talið á heimavitjanum 80 prosentum, men telefonviðtalurnar vuksu sløk 60 prosentum.

Sostatt slepst ikki undan, at bíðilistarnir eru nógv longdir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Størsti trupulleikin er á skurðøkinum, har bíðilistarnir, tí har kemur tað afturat, at tað eisini mangla serlæknar í føstum starvi í ortopedi

– Tað hevur við sær, at færri skurðviðgerðir verða gjørdar. Sjúkrahúsleiðslan hevur tikið málið upp og arbeiðir í løtuni við ymsum møguligum, sigur hann.

Hann sigur annars, at arbeitt verður við at umskipa korona deildina á Landssjúkrahúsinum fyri at minka um avleiðingarnar á virksemið annars.

Í hesum samandi er ætlanin at leggja sjúklingar við korona beint uttanfyri intensivu deild á Landssjúkrahúsinum.

– Hetta er ein góð loysn, sum minkar um smittuvandan, skuldi korona aftur gjørt um seg, tí so verða avleiðingarna munandi minni fyri virksemið annars.

Í Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsið verður tað helst framvegis soleiðis, at sjúklingar, har illgruna er um at teir hava korona, verða innlagdir har, men verður tað staðfesta, at talan er um korona, verða sjúklingarnir fluttur á Landssjúkrahúsið alt fyri eitt.