Korona: Tey liva í ótta

Fólk, sum eru í vandabólki, eiga at fáa at vita, nær tey kunnu verða koppsett

Tey, sum eru í vandabólki liva í ótta. Óttin rakar ikki bara tey, hann rakar eisini tey avvarðandi. Tað staðfesta tey í Megd, sum er áhugafelagið hjá teimum, ið bera brek, og familjum teirra.

Nú fara tey eisini upp í kjakið um, hvussu føroyingar verða koppsettir fyri koronu. Avgerð er tikin um, at heilsustarvsfólk skulu koppsetast og síðani verða tað búfólk á ellis- og røktarheimum, og onnur í vandabólki, sum standa fyri tørni. Annars hava røddir verið frammi um, at tey gomlu, og tey í vandabólki, áttu at fingið tilboðið fyrst.

Í Megd halda tey, at tað er langt eftir á mál, áðrenn føroyingar eru koppsettir fyri koronu. Men tað tykist sum um at tað er serliga langt eftir á mál hjá teimum, sum eru í vandabólki.

– Tey liva við ótta tí tey als ikki tola smittuna og tað ávirkar bæði tey sjálvi og avvarðandi teirra, siga tey í Megd á heimasíðuni.

Tey taka annars undir við, at heilsustarvsfólk verða koppsett fyrst, tí vit eiga sjálvsagt at tryggja týðandi virksemi og hava tamarhald á støðuni. Men vit eiga eisini at forða fyri deyða og álvarsama sjúku orsakað av smittuni, siga tey í Megd.

Tí halda tey, at nú eigur myndugleikin, sum skjótast, at geva teimum, ið eru í vandabólki, trygd fyri, at tey eru tey næstu at fáa tilboð um at verða koppsett. Og tey eiga eisini fáa at vita, nær tey kunnu verða koppsett, leggja tey í Megd afturat.